Tíðindini um góða skoðsmálið hjá Atlantic Petroleum kemur helst væl við hjá felagnum. Í øllum førum stendur felagið nú fyri eini kapitalhækkan. Prísurin á partabrøvunum er ásettur til kurs 550, sum er nakað niðanfyri marknaðarvirðið.
Ætlaða hækkanin verður onkra staðni millum 5,5 og 37 mió kr. nominelt. Hetta svarar til eina samlaða upphædd, sum fer at liggja millum 37 og 200 mió kr.
Endamálið við at hækka partapeningin er fyrst og fremst lutvíst at fíggja menningina av oljuøkinum Ettrick. Í øðrum lagi skal kapitalhækkingin fíggja nýggj keyp hjá Atlantic Petroleum.