Í mínari verð er ólavsøka fult á hædd við bæði jól og nýggjár. Tað sigur Petur í Gong, sum í mong ár hevur verið ein partur av róðrafelagnum Knørri, bæði sum rógvari, róðursmaður, venjari, nevndarlimur, praktiskur problemknúsari, kveikjari og hugsjónarmaður.
Hvussu fert tú at halda ólavsøku í ár?
Mín ólavsøka byrjar altíð við kappróðrinum. Ella kanska líka so nógv kvøldið fyri, tá bátarnir verða gjørdir klárir. Eg skal sjálvur tveir túrar eftir vágni, ein sum róðursmaður, ein sum rógvari, og so rør miðlingadótturin eisini. Harafturat verða fleiri heilt spennandi róðrar. Alt lívið á vágni, á kaiini, og allur felagsskapurin í neystinum henda dagin er tað sanna startskotið. Eftir kappróðurin verða vasaklæðini skift út við føroysk klæðir, og farið verður í gott róðrarveitslulag at reypa ella bara lurta eftir hinum reypa. Sjálvan ólavsøkudag gongur tað friðarligari fyri seg, og tá spáka eg helst túr í býnum og práta við ella vitji fólk. Børnini eru eftirhondini so stór, at tey hava fyri tað mesta sínar egnu planir.
Hvat er tað besta við ólavsøku?
Kappróðurin er so absolutt nummar eitt. Annars øll tey vøkru fólkini í føroyskum klæðum og tað góða lagið.
Hvat er minni gott við ólavsøku?
Um tað regnar.
Hvønn leiklut heldur tú at ólavsøkan hevur í okkara samfelag?
ólavsøkan er savnandi hátíðin fyri allar føroyingar. Ein fríløta, har tvídráttir verða lagdir til síðis, meðan vit eru saman sum eitt fólk. Tað dámar mær væl. Og tað hevur eisini stóran týdning, at vit viðhvørt verða mint á, at tá tað kemur til stykkis, so eru vit meira líka enn ólíka. At tað oftani eru smálutir, vit stríðast um. ólavsøkan megnar væl tann leiklutin.