Sunnudagin klokkan 13 verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. 26 lið hava meldað til luttøku.
Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini, sum hava meldað til, eru: Flog 3 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og Havnar Fimleikafelag 10 lið.
Kappingin byrjar kl. 13 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkja handan áleið kl.16 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Tað hevði glett okkum at sæð umboð frá tykkum til hesa kapping.