Kanska eg má leggja uppskotið fram sjálvur

Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at nýta sama leist at broyta eftirlønina hjá løgtingsmonnum, sum hann gjørdi við landsstýrisfólkum.

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, var tann, sum tók stig til at broyta pensjónsskipanina hjá landsstýrisfólki í 2014. Hann umhugsar nú at leggja sama uppskot fram, galdandi fyri pensjónsviðurskiftini hjá løgtingsfólki.

 

- Styrkin við tí uppskotinum er, at eingir politikkarar hava verið við í viðgerðini. Tað var ein uttanvelt nevnd, sum legði uppskotið fram, tað vil siga, at eingin politikkari hevur havt fingarar við í spælinum, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen setti meina nevnd at endurskoða lønarlagið og pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrisfólki, og uppskotið bleiv samtykt av táverandi samgongu, at koma í gildi tá nýggj stjórn tók við. Fyrsta gerðin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, var tí at seta í gildi lógina, sum hækkaði sína egnu løn og broytti pensjónsviðurskiftini.

 

- Tað bleiv sagt, at løgtingsformaðurin arbeiðir við einum uppskoti, men nú er rúm tíð longu farin, so spurningurin er, um eg skuldi funnið mítt uppskot fram aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Les meiri um eftirlønarskipanina hjá løgtingsfólkum í Vikuskiftissosialinum.