Í serstøkum innleiðandi kapitlum greiða formenninir í teimum átta kanonnevndunum frá, hvørji kjakevni og tankar hava verið frammi í arbeiðinum við at velja tey ymsu verkini út. Milllum annað sigur formaðurin í nevndini fyri bókmentakanonina soleiðis. Listin er ikki bara eitt úrval av tí góða, hann er í størstan mun eisini ein tilgongd: hann kann skapa kjak um einstøku valini í mun til onnur møgulig og eisini um tey kriteru, vit brúka, tá vit skulu meta um bókmentir og í størri høpi um okkara mentanararv. Á tann hátt er listin ikki bara uppi til kjak men eitt boð uppá at kvalifisera kjakið.
Í august í ár kemur mentanarkanonin út í eini víðkaðari útgávu saman við fløgu og dvd, har tað ber til at fáa eina livandi mynd av kanoniseraðu verkunum innan eitt nú film, snið og arkitektur.
Útgávan kann takast niður ella bíleggjast ókeypis umvegis heimasíðuna hjá danska Mentamálaráðnum www.kum.dk