Kanning gevur reyð-grønan meiriluta í Noreg

Á stórtingsvalinum í Noreg mánadagin gongur Arbeiðaraflokkurin við Jonas Gahr Støre aftur, men andstøðan tilsamans fær meiriluta sambært kanning

Á stórtingsvalinum í Noreg mánadagin gongur Arbeiðaraflokkurin við Jonas Gahr Støre aftur, men andstøðan tilsamans fær meiriluta sambært kanning.

 

Norski javnaðarflokkurin, sum kallast Arbeiðaraflokkurin, hevur mist undirtøku, sum tað nærkast valinum. Men ein fesk kanning í hjá Avisenes Nyhetsbyrå (ANB) vísir, at tey reyð-grønu fáa meirilutan.

 

Meirilutin er treytaður av stuðuli frá Rødt og Umhvørvisflokkinum Teimum Grønu, fyri at tað skal eydnast andstøðuni at koppa Høgraflokkinum og Ernu Solberg, forsætisráðfrú.

 

Arbeiðaraflokkuin við Jonas Gahr Støre á odda stendur til at missa 3,6 prosentstig, so flokkurin endar á 26,4 prosentum.

 

ANB hevði eisini eina kanning í august. Arbeiðaraflokkuin missir 100.000 atkvøður frá fyrru kanningini til ta seinnu.

 

Flokkarnir Tey Grønu, Sosialistisk Venstraparti og Rødt ganga fram.

 

Í dag hittast floksleiðararnir til seianstu sjónvarpskjaksendingina. Hon verður í Bergen.

 

/ritzau/NTB