Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at kanna eftir, hvussu tað ber til at styrkja fíggjarliga grundarlagi undir Føroya Symfoniorkestri.
Tað hevur hann fortalt Løgtinginum, eftir at Gunvør Balle hevur spurt hann, hvat hann heldur um hendan dýrgripin, sum symfoniorkestrið er.
Hon spyr hvat landsstýrismaðurin heldur um at samskipa arbeiði á Musikkskúlanum við Symfoniorkestrið, soleiðis at ein partur av starvssetanini verður at spæla í smyfoniorkestrinum.
Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ein møguleiki, hann nú fer undir at kanna við muskikkskúlan, umsitingina í mentamálaráðnum og symfoniorkestrinum.
Men tinglimir gjørdu eisini vart við, at hetta mátti ikki merkja, at pengar verða tiknir úr musikkskúlanum og fluttur yvir í symfoniorkestrið.
Gunvør Balle nevndi eisini møguleikan at gera okkurt slag av sáttmála við symfoniorkestrið, so at treytin fyri at fáa stuðul frá landinum, skal vera at orkestrið hevur eitt ávíst virksemi, kanska barnakonsert, nýggjarskonsert, uttanlandsferð o.s.fr.
Hetta er Bjørn Kalsø púra samdur í og hann vísti á, at tað eru grunnar sum tað ber til at søkja úr til ymisk mentanarlig endamál.