Tað var stórur munur á, tá russiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í dystinum millum Finnland og Noreg leygardagin.
Finsku dreingirnir vistu ikki hvussu teir skuldu vísa sína gleði. Teir runnu og hoppaðu, kastaðu seg í eina stóra rúgvu, og vildu næstan ikki fara av vøllinum. Norsku mótstøðumenninir vóru fyri ongum. Umboð fyri norskt sjónvarp var í Gundadali, og tey fingu í kassan sterkar nærmyndir av dreingjum, sum hálvgrótu og sótu á vøllinum og vórðu troystaðir av venjarum og øðrum hjálparfólkum, sum vóru út ímóti eins vónbrotin.
Tað var einki at siga til, at vónbrotið hjá norðmonnum var stórt. Inntil fýraogtjúgu minuttir fyri leiklok vóru teir á odda 2-0, og tá tað var nóg mikið hjá teimum við javnleiki til at røkka EM endaspælinum í Kekkia um mánaðarskiftið mai/juni komandi ár, tóktist tað at vera friður og eingin vandi.
Men so fekk Finnland trý mál, atgongumerkini til EM endaspælið vórðu flutt úr Noregi og til Finnlands, og eftir lítlari løtu noyddust norðmenn at staðfesta, at tíðin hjá hesum dreingjunum á U-16 landsliðnum er liðug.
Kensluna av at U-16 tíðin var liðug, mundu finsku dreingirnir hava havt í eina góða løtu, men teir skulu hava rós fyri, at teir hildu á at stríðast, og tá norðmenn so at siga tóktust hava kannað sær bitan, áðrenn hann var svølgdur, tá teir trettan minuttir inn í 2. hálvleik øktu til 2-0, gjørdist tað eitt sindur lættari hjá finnum.
Serliga norski málverjin fer at minnast til hesa Føroya ferðina. Norsku dreingirnir tóku ikki verjupartin í nóg stórum álvara, tá teir vóru komnir framum 2-0, og norski málverjin kendi seg noyddan at gera brotsspark, tá ein kom einsamallur ímóti honum. Málverjin tveitti seg rættan veg, og hann var um at steðga bóltinum, sum tó fór undir hann og akkurát rullaði um strikuna.
Tað var eisini ov linligt verjuspæl, sum var upphavið til útjavnandi málið. Vandamikli Daniel Sjølund streyk avstað eftir langari diagonalsending, og tá hann var komin á brotsteigar samankomingina í vinstru, lyfti hann sera hegnisliga undir handaru samankoming.
Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá neyðars norski málverjin slerdi hornasparksinnlegg úr vinstru inn í sítt egna mál, og lítla løtu seinni var veldugur fagnaður í finsku leguni, meðan norsku sjónvarpshyggjararnir í fyrrakvøldið sóu sjón fyri søgn, hvussu harmir teirra dreingir vóru.