Nú ætlanin er at broyta lógina um ítróttarvedding, er eisini ætlanin at landsstýrismaðurin skal fáa heimild til at steingja heimasíður við ólógligum spølum, sum ikki eru góðkend. Hetta er bæði fyri at verja, serliga ungar, føroyingar móti ágangandi útlendskum spælisíðum og fyri at verja tey spøl, ið Ítróttarvedding bjóðar út.
Innlendismálaráðið hevur nú boðað Løgtinginum frá, at tey hava spurt Føroya Tele, um tað tøkniliga ber til at steingja heimasíður.
- Føroya Tele sigur, at tøkniliga er ikki tórført at steingja eina ávísa heimasíðu. Trupuleikin er, at slíkar heimasíður allatíðina broyta IP-adressur.
- Ein gongd leið kundi verið, at Innlendismálaráðið ger ein lista yvir heimasíður, ið ólógliga útbjóða spøl beinleiðis á føroyska marknaðinum. Møguliga kundi borgarir eisini boða Innlendismálaráðnum frá, um teir vita um tílíkar heimasíður.
Ætlanin hevur ongantíð verið at lata heimasíður aftur, har bert ein partur av innihaldinum er ólógligt. Tað kann vera tá ið ein heimasíða hevur eina lýsing fyri eina spæliheimasíðu, ið marknaðarførir seg beinleiðis til føroyska marknaðin.
- Tá nærri reglur skulu gerast um at steingja eina heimasíðu, má atlit takast til fyrisitingarlógina og mannarættinda sáttmálan. Tað merkir, at tá ið avgerðast skal takast um ein heimasíða eigur at verða stongd, má ein ítøkilig meting gerast, um tað er neyðugt fyri at røkka endamálinum.