Støðan í Miðeystri er sum so ikki nýggj. Søgan endurtekur seg. Hans Holm, lektari og eygleiðari sigur við Sosialin, at vit eru vitni til fleiri kríggj millum Ísrael og grannar tess, og tað er greitt, at her eru nógvar kreftir, sum ikki ynskja, at friður skal vera. Eitt stríð er millum Palestina og Ísrael. Eitt annað er tað vanliga stríðið í Miðeystri - muslimar móti jødum. Taka vit Hizbollah, sum nú er vorðið mest sjónligi fíggindin hjá Ísrael, so eru teir shiamuslimar, sum verða stuðlaðir av Iran, ið eisini er shiamuslimiskt og sum aftur er sera anti ísraelskt.
Støðan gerst eisini kaotisk av, at Hizbollah hevur valdið í Suðurlibanon. Libanesiska stjórnin hevur einki at siga har. Men hon er so avgjørt ikki áhugað í einum kríggi við Ísrael. Men stjórnin hevur ikki styrki til at taka valdið frá Hizbollah, sum verða stuðlaðir av bæði Iran og Sýria, sum eisini síggja ein fyrimun í, at tað er eitt stríð millum Ísrael og eitt nú Hizbollah. Og tað er í hesum sambandi, at tey siga siga stuðla palestinum. Hetta er tískil ein stórur vavgreytur.
Ísrael sigur, at teir fara burturav eftir Hizbollah, men trupulleikin er jú eisini tann eins og við Hamas, at hesir felagsskapir eru vornir ein týðandi liður í londunum við tað, at teir gera eitt stórt sosialt arbeiði millum tey fátækastu. Teir framstanda sum ærligir politikarar, tí tey gera nakað fyri fólkið. Tí eru sosialu viðurskiftini í Suðurlibanon eisini so góð, og tí eru ísraelsk álop á Hizbollah eisini nakað, sum rakar vanliga libanesiska fólkið meint.
Taka vit so Hamas, sum stríðist á hinum hermótinum móti Ísrael, so hevur tann felagsskapurin altíð havt sum mál, at Ísrael skal strikast av heimskortinum. Øll støðan verður ikki minni kompliserað av, at eftir at Hamas hava fingið politiskt vald, so er eisini tvidráttur innanhýsis í Hamas, har tað er ein víðgongd fraktión, sum hevur tikið ein ísraela til fanga. Hesi hending hevur leiðslan í Hamas eftir øllum at døma ikki tamarhald á. Og hesin bólkur av Hamas vil nú hava fleiri hundrað fangar leysar aftur fyri at leyslata ísraelska hermannin. Hans Holm sigur, at tað er hent áður, at man hevur skift um fangar.
Kann ganga báðar vegir
At støðan er vorðin so álvarslig heldur hann kann gera, at tað gongur báðar vegir. At partarnir antin missa fullkomiliga tamarhaldið á støðuni ella teir innsíggja, at her er farið ov langt og tí halda aftur.
-Rakar ein rakett úr Suðurlibanon og ger størri skaða inni í Ísrael, so kann tað elva til mótálop størri enn tey, sum nú eru. 10 deyð í Haifa eru kanska ikki nóg mikið til at fáa Ísrael at reagera við allari síni styrki.
Hizbollah hava annars rakt betri enn teir plaga, nú teir hava skotið rakett móti Haifa. Tað er ein álvarslig hóttan, og teir hava eisini rakt eitt ísraelskt krígsskip. Tað kann tí vera, at ísraelar eru vornir eitt sindur kløkkir. Tað kann hava ta avleiðing, at ísraelar fara í mótálop, men tað kann eisini hava ta øvugtu avleiðing, at teir nú fara at ansa betur eftir.
Komandi dagarnir verða rímuliga avgerandi fyri gongdina.
Skuldi tað so hent, at Hizbollah skýtur eina rakett móti Tel Aviv og hundraðtals fólk doyggja so er "hin grái" leysur, sum hann málber seg.
Hendir tað, so kunnu ísraelar finna uppá at leypa á Sýrialand og í ringasta føri Iran. Tað er jú Iran, sum syrgir fyri, at Hizbollah hevur vald. Hizbollah er tann størsti muslimski bólkurin í Libanon. Teir eru shiamuslimnar. Iranar eru eisini shiamuslimar. Hetta er alt ein partur av tí politiska spælinum í Miðeystri. Síðani Iran fekk nýggjan forseta royna teir at vísa, at teir eru stórmaktin í Miðeystri.
-Ísrael hevur kjarnorkubumbuna. Kann hon brúkast til nakað sum helst?
-Sjálvandi kann hon brúkast til at spreingja fólk í luftina við, men hon loysir einki problem. Hon kann sjálvandi brúkast til at avskrekkja við og fáa aðrar til at halda aftur. Og verður eitt massivt álop á Ísrael, so kunnu teir brúka atombumbuna. Men hon er bert tann ultimativa loysnin eina ferð og heldur ikki fyrr enn tá.
Spurningurin er, hvussu langt partarnir tora at fara.