Kampingøki til stívliga 20 vognar við Gjógv

Tað er rættiliga vorðið ein dilla í Føroyum at ferðast kring landið við kampingvogni. Nú verða eisini góðir møguleikar skaptir til kamping við Gjógv

Eystan fyri Gjáar kirkju og beint við Elementvirkið í bygdini ger Sunda kommuna nú kampingøki, har pláss verður fyri stívliga 20 kampingvognum.
Sofus D. Johannesen, sum umboðar Gjógv í Sunda kommunu, sigur, at økið upprunaliga er lagt av til ídnað.
- Men, vit mugu síggja í eyguni, at her fer neyvan at henda tað stóra, og tí kunnu vit eins væl gera brúk av økinum til kamping. Eg haldi, at fólk í bygdini eru fegin um, at hetta økið verður brúkt til ferðavinnuendamál.
Hann sigur, at einki skipað kampingøki hevur verið í bygdini, men nú kemur hesin parturin av ferðavinnuni undir skipaði viðurskifti.
- Her verða allir neyðugir fasilitetir við el, vatni og kloakk. Nú er so nógv liðið út á summarið, og tí er neyvan hugsandi, at økið verður brúkt tað stóra tað, ið eftir er av hesi sesongini.

Asfalt seinni
Sofus D. Johannesen vísir á, at kampingøkið við Gjógv neyvan verður asfaltterað í hesum umfari, men økið verður slættað, og tí kann tað takast í brúk um stutta tíð.
- Áður hevur tað verið soleiðis, at kampingvognar hava staðið á tilvildarligum støðum við Gjógv, og vit fegnast um, at hesi viðurskifti nú verða skipað, eins og vit rokna við, at áhugin fyri kamping við Gjógv verður nógv størri, nú hesir karmarnir verða í lagi.
Sofus D. Johannesen vísir á, at nýggja kampingøkið, sum nú verður gjørt við Gjógv, neyvan verður tað einasta í Sunda kommunu, sum tíðir líður.
- Her eru eisini aðrir møguleikar, og eg vænti, at aðrir møguleikar eisini verða skaptir fyri kamping í kommununi, sigur hann.