Í kvøld komu partrolararnir Kallsevni og Grímur Kamban fullir undir lúkurnar á Sørvág, teir meta seg at hava 240.000 pund, meginparturin er upsi. Teir byrjaðu túr 1. august og hava meginpartin av túrinum roynt á Bill Baily.
Teir landa mánamorgunin, annar landar til Landingarmiðstøðina í Sørvági, og annar fer suður til Tvøroyrar at landa.










