Í stóra Jólablaðnum, sum fylgir við Sosialinum í morgin, kanst tú lesa um 25 ára gamla kvinnu av Tvøroyri, sum gjørdi foreldraleys sum smágenta: Tað hevur hjálpt mær nógv at vitja gravirnar hjá foreldrunum, sigur hon.
Les samrøðu við Jóhan í Kollafirði, sum sigur, at tá ið hann og konan noyddust at rýma úr Famará og fóru av landinum, ætlaði hann sær ongantíð aftur til Føroya.
Kaj Leo Holm Johannesen, sum fyri fyrstu ferð í átta ár skal halda jól uttan at vera løgmaður, sigur, at í ár verður hann glaðari á jólum, enn hann var í fjør.
Í Jólablaðnum kanst tú eisini lesa, hvussu tað er at halda jól í Barentshavinum, at 95 ára gamla Mathilda av Eiði hevur júst endurnýggjað sær koyrikoyrtið, og at Hvalbiarprestur sigur, at vit skulu trúgva á Gud og venja okkum við, at menniskju eru ymisk.
Hetta og nógv annað kanst tú lesa í stóra Jólablaðnum hjá Sosialinum, sum kemur út í morgin.