Árliga kórstevnuhaldið, sum í ár hevur 36 ár á baki, hevur verið heldur óregluligt í seinastum. Ein megintrupulleiki hevur verið at semjast um rætta vikuskiftið til hetta felags kórtiltak; men í samráð við kórini í Havn varð sum fyrr fráboðað avgjørt at hava stevnuna í ár í dýrabiðidags vikuskiftinum t.e. um tvær vikur.
Musikalskur stevnuleiðari verður tónlistamaðurin Mogens Dahl, sum telist millum teir mætu í Danmark í dag, og sum føroyskir kórleiðarar og kórsangarar í Havn kenna væl frá regluligum skeiðvirksemi yvir tvey ár herfyri.
Á skránni hevur Mogens úrvaldar norðurlendskar og europeiskar kórperlur.
Umframt sangarar í limakórunum eru "kórleysir" sangarar eisini vælkomnir at verða við.
Stevnuskráin verður tann, at sangarar møta á Eysturskúlanum til ein nátturðabita hóskvøldið 15. mai kl. 18.00, stevnan verður sett kl. 19.30, og síðan verður felagsvenjing fram til kl. 22.00
Fríggjadagin verður felagsvenjing fyrrapart og seinnapart, og um kvøldið hava einstøku kórini høvi at frambera egna skrá á fyrru kórstevnukonsertini, sum byrjar kl. 20.00.
Leygarmorgunin møtast sangarar aftur til felags kórsang, seinnapartin verður aðalroynd, og kl. 17.00 verður so seinna kórstevnukonsertin, har høvi verður at hoyra tað, sum felagskórið hevur fingið á skaftið, og ivaleyst eisini onkur av einstøku kórunum, alt eftir hvussu long felagsskráin verður, og hvussu mong kór, ið ynskja egna framførslu.
Kostnaðurin fyri luttøku, allar máltíðir og veitslu eftir konsertina leygardagin er 500 kr. Tey, sum ikki taka lut í sjálvari stevnuni, men eru við í einstøkum kóri og ynskja at verða við á veitsluni, rinda 250 kr.
Peningurin er at flyta inn á konto nr. 9181-138 970 1 (Føroya Sarikassi).
Tilmeldingingarfreistin er næsta fríggjadag 9. mai, og boðað verður frá til
Doru Samuelsen, tlf. 31 48 50,
Ellu Reinert, tlf. 31 37 22 el. 257905 ella
Herluf Lützen, tlf. 31 15 14 el. 22 76 80