Kærleikin sjónligur allastaðni

- Vit ætla okkum ikki at steðga á her, siga Sosialistisk Ung m.a. í skrivi seinnapartin í dag.

- Málið um hjúnabandslógina er eitt stórt fet móti einum javnari samfelag, tí stríðið fyri javnrætti heldur fram.

 

Tað siga Sosialistisk Ung, sum vísa til dagin í gjár, tá løgtingið við triðju viðgerð av broytingum í hjúnarbandslógini samtykti at loyva borgarligari giftu av samkyndum.

 

- Dagurin var ein stórur gleðisdagur, og vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at broytingarnar í hjúnabandslógini umsíðir vórðu samtiknar. Dagurin í gjár hevur, eins og mikudagurin, verið ótrúligur, og kærleikin hevur verið sjónligur allastaðni.

 

SU sigur, at samtyktin í løgtinginum frøir almikið, tí málið um samkynda giftu hevur fylt nógv hjá teimum gjøgnum ár og dag.

 

- Síðan málið á fyrsta sinni varð sett á politisku dagskránna, hevur SU stuðlað LGBT og stríðskós teirra. Við tí áskoðan, at hjúnabandslógin skal rúma samkyndum eins og hinskyndum hevur SU stríðst fyri og lagt nógva orku og tíð í at tryggja javnrættindi teirra samkyndu.

 

SU vísir á, at nú er málið samtykt og skal líka ein skjótan túr í Fólkatingið, áðrenn tað endaliga verður sett í gildið her heima.

 

- Vit gleða okkum til samkynd endiliga kunnu giftast, men ætla okkum ikki at steðga á her, siga Sosialistisk Ung m.a. í skrivi seinnapartin í dag.