Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, við hava landsstýrismannin í heilsumálum at greiða frá, hvussu nógv verður spart við at steingja laboratoriið í Runavík seinasta ársfjórðingin.
Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur sett Akseli Johannesen, landsstýrismanni ein grein 52 fyrispurning, har hann eisini vil hava at vita, um tað bert er í Runavík, at hurðin verður stongd.
- Hvat er dagliga meðaltalið av tiknum blóðroyndum 1. januar - 1. juni 2009 fyri Runavík, Norðagøtu og á teimum støðum, har tænastan verður veitt eina ferð um vikuna? Er hetta stigið framt í samráð við landstýrismannin? spyr Kári P. Højgaard
Í viðmerkingum til spurningin sigur Kári P. Højgaard, at enn einaferð verða borgarar uttan fyri høvuðstaðarøkið skelkaðir av óskiljandi sparitiltøkum.
- Tann skipan hevur verið galdandi, at hvønn týsdag fyrrapart eru tveir bioanalytikarar/laborantar av Landsjúkrahúsinum komnir til heilsumiðstøðina í Runavík, at taka blóðroyndir. Tey, sum í hesum døgum leita til Runavíkar at taka blóðroynd, koma á stongdar dyr. Eitt skelti á hurðini hevur hesa áskrift.
Vegna sparingar er Laboratoriið í Runavík stongt frá 1. oktober. 2009 til 1. januar 2010
Nógv fólk býr í økinum kring Skálafjørðin. Tey hava verið glað fyri at sleppa frá at koyra óneyðuga langa leið at taka blóðroynd, tí tænastan hevur verið í nærumhvørvinum.
- Nøkur eru illa sjúk og orka ikki at ferðast, fleiri av teimum eldru og veiku brúkarunum hava ongan bil ella eru ikki før fyri at koyra. Tey eru sostatt í størri mun bundin av, at onnur eitt nú familja og vinir rætta eina hjálpandi hond.
Kári P. Højgaard heldur tí, at tað er eitt lemjandi og óskiljandi afturstig, sum í størstan mun enn einaferð rakar tey eldru og veiku í samfelagnum, tí hendan alneyðuga tænastan verður støðgað.
- Blóðroyndirnar skulu takast undir øllum umstøðum, og bygningurin stendur har. Tí kann ikki geva tær heilt stóru sparingarnar, at tveir bioanalytikarar eina ferð um vikuna verða sendir úr Havn til Runavíkar. Hinvegin kostar tað uttan iva nógv meira í peningi, útlátið og tíð, at allir brúkarar við Skálafjørðin skulu koyra til Havnar, Norðagøtu, ella Klaksvíkar, at taka blóðroynd, heldur Kári P. Højgaard.