Kæra um valsvik á Eiði

Bygdarráðið á Eiði hevur fingið eina kæru um bygdarráðsvalið. Bygdarráðsformaðurin váttar, at kæran er komin, og hon verður nú viðgjørd

Ein borgari á Eiði hevur kært til bygdarráðið um, at hann ikki er nøgdur við mannagongdina eftir bygdarráðsvalið 21. november. Kæran leggur upp til, at atkvøður eru fluttar, eftir at valið var av.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar fyri Sosialinum, at ein kæra er komin til bygdarráðið, og at kæran nú verður viðgjørd eftir lógini.

Tað vóru tveir listar til bygdarráðsvalið á Eiði. Listi A fekk fimm limir valdar, og listi B fekk tveir. Men munurin millum sætta limin á lista A og annan á lista B var bara ein atkvøða. Støðan eftir valið var tann, at varð ein atkvøða hjá lista B til dømis dømd ógildug, skuldi valið teirra millum avgerast við lutakasti, meðan sætti limurin á lista A varð valdur, um ein atkvøða varð flutt frá lista B til lista A.

Tað hevur ligið á ljóði, at samsvar ikki var millum taldu atkvøðurnar og valkortini í samband við bygdarráðsvalið á Eiði. Søgur hava viljað verið við, at kært var um hetta.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar sum omanfyri nevnt, at bygdarráðið hevur fingið eina kæru um valið. Men vil ikki siga meira um málið enn, at kæran verður regluliga viðgjørd.

Men Sosialurin hevur fingið at vita, at talan er um rættiliga álvarsamar skuldsetingar móti valmyndugleikunum á Eiði. Kært verður millum annað um, at onkrir atkvøðuseðlar eru lagdir til viks undir uppteljingini, meðan aðrir eru komnir aftrat.

Tá bygdarráðsformaðurin varð spurdur um hald var í hesum kærunum, svaraði hann bert, at um so var, var jú beinleiðis talan um valsvik.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at tá hann fekk kæruna, vendi hann sær til landsstýrið fyri at tryggja sær, hvussu farast skuldi fram í slíkum føri. Ikki eru reglurnar greiðari enn so, sigur hann, at hann fekk ikki svar beinanveg. Men tá løgfrøðingarnir í Tinganesi høvdu kannað vallógina, fekk hann at vita, hvussu farast skuldi fram.

Men tað var heldur løgið í hesum fullveldistíðum, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, at løgfrøðingarnir noyddust at tulka danska lógartekstin fyri at finna út av, hvussu støðan skuldi »tacklast«. Hetta tí, at danska umsetingin er greiðari orðað enn tann føroyski teksturin.