Jyske Bank koyrir 250 fólk til hús

Jyske Bank kunnger í morgun, at hann fer at siga 150 starvsfólkum úr starvi beinanvegin, og at næsta ár verða 100 søgd upp afturat. Samstundis verða seks deildir í Jyllandi stongdar.

Anders Dam, aðalstjóri, sigur í einari fráboðan, at hetta er ein syrgiligur dagur í bankanum, men at avgerðin er neyðug orsakað av afturgongdini í samfelagsbúskapinum og torførari virkisumstøðum í fíggjarheiminum.

Saman við uppsagnunum hevur Jyske Bank gjørt av at hækka rentuna 0,5 prosentstig við virknaði frá 14. oktober.