Seinasta umfar í triðbestu donsku deildini hevur í dag verið á skránni.
Mest spennandi dysturin við føroyskum eygum, var dysturin millum Varde og Svendborg. Svendborg, har føroyski, Julian Johnsson er venjari, átti ein sigur sum krav, um teir skuldu gera sær vónir um framhaldandi tilveru í triðbestu donsku deildini.
Og tað gekk eisini hjá Svendborg. Svendborg vann týðandi útidystin móti Varde 3-1, soleiðis at teir endaðu á einum níggjunda plássið í deildini.
Í hinari triðbestu deildini, sum er fyri lið á Keypmannahavnar leiðini, vóru eisini nakrir føroyskir leikarar í dysti í dag. Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð spældu í dag allan dystin, tá B1908 á útivølli spældi 1-1 javnleik móti Hvidovre, meðan Christian Lamhauge Holst og Fremad Amager vunnu 3-2 á heimavølli móti FC Helsingør.
B1908 endaði á einum tíggjunda plássið í deild eystur, meðan Fremad Amager endaði á einum fjórða plássið.









