Fiskivinnuframsýningin - Icelandic Fisheri Exhibition - hevur verið í Íslandi í endanum av hesi vikuni og millum útvaldar fyritøkur, sum hava fingið virðisløn fyri sína fyritøku og vørur, er føroyska fyritøkan, JT electric á Kambsdali.
JT electric er ikki minst er kend fyri sítt framkomna trolkamera, sum er selt víða um lond.
Tað vóru tvey dómarapanel, sum valdu út fyritøkurnar, ið fingu virðislønir, og á odda fyri panelunum stóðu blaðstjórarnir á ávikavist Fiskifrettir og FiskerForum, Gudjon Einarsson og Carly Wills.
Menninir á viðheftu mynd, sum umboða JT electric, eru v.m. Rúni Petersen, søluleiðari og stjórin í fyritøkuni, Rói Kalsø, høgrumegin.
Í stuttari viðmerking, sigur Rúni Petersen, at virðislønin, sum JT electric hevur fingið, merkir, at fyritøkan á Kambsdali hevur fatur í tí rætta endanum, sum hann tekur til.
- Vit duga at framleiða útgerð, sum er á altjóða støði. Í dag levera vit vørur til umleið 20 lond.
Rúni Petersen sigur, at virðislønin skapti nógv forvitni um básin, og hann vónar, at hetta við tíðini fer at síggjast aftur í eftirspurninginum eftir teirra vørum.










