Jon Dahl Tomasson: Vit hava virðing fyri føroyingum

Núverandi toppskjúttin á danska landsliðnum, Jon Dahl Tomasson, sigur, at teir hava virðing fyri føroyska landsliðnum

- Tað er eingin ivi um, at tað verður ein torførur dystur, er Feyenoord áleyparin Jon Dahl Tomasson skjótur at svara, tá hann verður spurdur, hvat hann væntar av dystinum í kvøld millum Føroyar og Danmark.

Jon Dahl sigur, at føroyingar hava fingið nøkur sera góð og imponerandi úrslit í EM undankappingini, og sipar hann her til EM undandystin millum Føroyar og Skotland, sum endaði 1-1, tá Hans Fróði Hansen skallaði bóltin í netið í síðstu minuttunum á Svangaskarði.

- Eitt, sum eg havi lagt til merkis, er, at vøllurin er lítil, sum vit fara at spæla á, og tað er avgjørt ein fyrimunur fyri teir, sigur Jon Dahl Tomasson.

Hann leggur dent á, at um føroyingar fara at spæla verjukendan fótbólt, er tað ein fyrimunur at vera á einum lítlum vølli, tí tá verður torførari hjá dønum at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.

Spurdur, hvat hann kennir til føroyska landsliðið, sigur Jon Dahl, at sum hann segði, hava teir fingið góð úrslit í seinastu kapping, og veit hann eisini eitt sindur um leikararnar sum spæla í Danmark.

- Eg veit, at teir leikarar sum spæla í Danmark, eru sera góðir, og teir kunnu geva okkum trupulleikar í kvøld.

Jon Dahl sigur, at endamálið við dystinum í kvøld, er at fáa roynt nýggjar leikarar, nýggja liðuppstilling og nýggjan taktikk, tí tað er um tvær vikur, at tað veruliga gerst týdningarmikið .

- Og so skulu vit sjálvandi eisini vinna dystin, Leggur Jon Dahl Tomasson afturat.

Tá prátið kemur inn á EM í Belgia og Hollandi í summar, verður Jon Dahl spurdur, um teir ikki hava nakað at prógva eftir eitt miseydnað EM, har danir taptu allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum.

- Nei, tað haldi eg ikki. Europameistaraheitið í summar er av, og nú ræður um hjá okkum at koma víðari og ikki hugsa um tað longur. Vit hyggja frameftir, og nú vilja vit hava stig í komandi dystum okkara, sigur Jon Dahl Tomasson at enda.