Talan var um eitt 12 metra høgt granntræ, sum varð sett niður fyri hálvthundrað árum síðani, og tað var eingin annar enn borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, ið fekk heiðurin at fella træið.
Træið stóð á økinum í Heiðmörk, sum skógrøktarfelagið í íslendska høvuðsstaðnum eigur, og áðrenn borgarstjórin feldi træið, gav hann sær stundir til at práta eina løtu við menninar hjá skógrøktini, sum vóru til arbeiðis mikudagin.
Seinni henda mánaðin verður træið so flutt til Føroya við einum av skipunum hjá Eimskip, og er hetta aðru ferð, at Reykjavík letur Havnini tað stóra jólatræið til Tinghúsvøllin.