John William krógvar ikki sína politisku støðu

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag og blaðmaður á Norðlýsinum, staðfesti í tíðindaskrivi mikudagin, at hann og Norðoya Sambandsfelag fara at hava trupult við at skilja, hvørt Heini í Skorini virkar sum neutralur politiskur viðmerkjari, sjónvarpsvertur ella tíðindamaður í framtíðini. Orsøkin er, at Heini í Skorini starvast í Kringvarpi Føroya og legði eftir verandi samgongu og løgmanni í lesarabrævi í farnu viku.

Men hevur John William Joensen ikki skotið seg sjálvan í fótin við útsøgnini, tá hann sjálvur starvast sum tíðindamaður og er formaður í Norðoya Sambandsfelag?

Hann heldur ikki.

- Tað kann ikki tykjast optimalt fyri fleiri at vera blaðmaður, og somuleiðis standa fram í øðrum høpi sum ítróttarfeløgum, politiskum feløgum, Føroya Sjómannadegi, og so víðari. Men munurin er kanska, at eg havi ongantíð krógva, hvar eg standi politiskt, og tað er alment kent, sigur John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum, sum er lokala blaðið í norðoyggjum.

Hann metir, at munurin er, at Norðlýsið er ein privat fyritøka, og Kringvarpið er alment. Tað hevur heldur ongantíð verið ein trupulleiki fyri lokala blaðið í Klaksvík, tí flestu blaðstjórarnir á blaðnum hava verið aktivir í politikki.

- Men blaðstjórarnir hava givið øllum rúmd og kritisera sínar egnu, tá norðurøkið hevur verið fyri vanbýti. Kringvarpið hevur lagt stóran dent á neutralitet hjá starvsfólkunum. Tað er ein trupulleikin, tá starvsfólk, sum mynda stovnin, standa alment fram og púra ókritiskt leggja eftir einum persóni, sum umboðar eina fjøld av føroyingum, sigur John William Joensen, sum frøist um, at hann hevur verið politiskt aktivur, tí tað hevur givið honum innlit í samfelagsviðurskifti.