Johan M. Restorff 70 ár

6. desember 2009

Kendi havnarmaðurin, Jóhan M. Restorff, millum manna ofta nevndur »Jóhan á Hafnia«, er nú komin fram til »støvets år«.


Onkur hevur sagt, at Johan man vera eins kendur uttanlands, tí arbeiðsøki hansara gav honum samband við ótrúliga nógv fólk, gestir á Hotel Hafnia, heimafólk og útlendingar og ivaleyst eigur hann nógvar kenningar í Føroyum og úti í heimi.


Frá 1. januar 1960 til 1.januar 2005, tá P/f Hotel Hafnia kom á aðrar hendur, hevði Johan tey flestu árini, saman við pápanum Christian Dahl-Restorff og beiggjanum M.C., leiðsluna á Hafnia. Eitt samstarv, sum var fyrimyndarligt. Seinastu tvey árini áðrenn eigaraskiftið, bleiv sonurin Marin undirstjóri, og varð hann pápanum ein góður, hollur samverka- og fakmaður, sum gav virkinum nýggjan íblástur.


Hafnia-menninir høvdu sum stavnhald at hava góða tænastu, góðsku, trivna, røkiskap og framhaldandi ætlanir um endurnýggjan og at hækka støðið, bæði á hotel- og matstovuvirkseminum. Hetta kundi bert eydnast við hjálp frá dugnaligum, fakligum og áhugaðum starvsfólkum. Mong um landið alt minnast tíðina, tey stríddust á Hafnia.


Afturat hotelvirkseminum tók Johan m.a., saman við øðrum ábyrgd sum nevndarlimur í Føroya Ferðamannafelag, Gistinarhúseigarafelagnum og Felagnum Tórshavn (Kunningarstovan).


Hann gjørdi sær stóran ómak, persónliga, at hava samskifti við ferðastovurnar í Danmark og vitjaði »Vestnorden-messurnar« í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, tey árini hann stóð við róðrið.


Joahn er eingin »reypari«, men stillisliga og brosandi hevur hann virkað og stríðst fyri tí, hann stóð fyri og hevði ábyrd av - innan og uttanfyri »diskin«. Lívsverk hansara var meira enn eitt arbeiði, heldur gjørdist tað ein lívsháttur.


Johan er giftur Esther, ættað úr Fuglafirði, og hevur hon, saman við systrum hansara, Kristen og Birgit, lagt orku sína í arbeiði á Hafnia. Esther hevur gjøgnum árini verið honum ein tryggur stuðul, og børn og heim teirra avspeglar, at hon er ein góð mamma og konubrot, hóast heilsan av og á hevur bilað.


Esther og Johan giftust í Nykøbing F (San Valentines day) 14. februar 1959. Tá arbeiddu bæði á Hotel Baltic, Nykøbing F. Tey fingu fimm børn. Í 1959 fingu tey Christian, sum Harrin tók heim í 1965, bert 5 ára gamal. 1961 fingu tey ein son, sum bar hjartabrek, og bert livdi í tríggjar dagar. Í 1963 fingu tey Katrin. Hon er í dag avloysari á eldrastovni í Havn. Í 1967 fingu tey Jan. Hann er í dag kendur matstovuleiðari í Danmark, og í 1976 fingu tey Martin. Hann starvast í Eik-banka í Havn.


Hóast Esther og Johan hava verið á »fíggjarlógini« nøkur ár, ganga tey dagliga saman hond í hond, og sjónligt er, at tey eru góð og stuðla hvørjum øðrum í trúfesti og kærleika. Tey eru ríkað av 11 barnabørnum, sum tey elska og gleðast saman við.


Johan hevur frá barni av havt sína gongd í Ebenezer í Havn, og tá hann var umvendur í 1955, bleiv Ebenezer heimasamkoma hansara. Hann hevur í mong ár sungið í Ebenezer-kórinum, og enn í dag roynir hann seg í Manskórinum. Sum yngri kom hann í fyrstu nevndina fyri Kristnastovu á Amager, og enn í dag er hann partur av nevndini. Komandi ársskifti hevur hann sagt seg úr nevndini, fyri at loyva yngri »kreftum« at sleppa framat.


Ofta sæst Johan niðri í Vágsbotni, har bátur teirra »Havfrúgvin« liggur við bátabrúgvarnar. Her hittir hann vinir, fær eitt hugnaprát og av og á fer á flot við Martin ella vinmonnum, at fáa nakað »uppá træið« og »í boksina«.


Vit ynskja Johan hjartaliga tillukku á degnum við ynski um Harrans signing yvir hann, Esther og teirra kæru komandi tíð. Tey eru burturstødd 6. desember, men tankar okkara fylgja teimum, har tey ferðast.


Vinir