Johan Elmander verður ikki við ímóti Føroyum

 

Royndi svenski fótbóltsspælarin, tann 31 ára gamli Johan Elmander, sum hevur spælt 67 landsdystir og hevur skotið 17 mál verður ikki við í HM-undankappingardystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli fríggjadagin.

 

- Hann hevur framvegis nógva pínu í fótinum, sum kemur ikki at spæla ímóti Føroyum, sigur svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén við Göteborgsposten. - Í samráði við Galatasaray og læknarnar hjá okkum eru vit samdir um, at Johan Elmander ikki skal verða við ímóti Føroyum fríggjadagin, undirstrikar Erik Hamrén. Erik Hamrén vónar kortini, at Johan Elmander verður við á svenska liðnum, sum skal spæla ímóti Týsklandi í Berlin um 8 dagar. - Vit hava uttan iva meira brúk fyri Johan Elmander í dystinum ímóti Týsklandi, enn í dystinum ímóti Føroyum, sigur Erik Hamrén við Göteborgsposten.

 

Johan Elmander hevur seinasta árið skotið 14 mál í 34 dystum fyri turkiska stórfelagið Galatasaray.

 

Erik Hamrén væntar ein torføran dyst. Tað gjørdi hann greitt á tíðindafundi í dag. Undir greinini ber til at hoyra okkurt av tí, sum Erik Hamrén segði á tíðindafundinum í dag.