Í dag, hósdagin, hevur ABC-samgongan sitið við stjórnarvaldinum í 100 dagar. Samansetingin við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hevur ongantíð áður verið í føroyskum politikki. Hóast greiðir hugsjónarligir munir eru á flokkunum, fóru teir andbráðir til verka týsdagin 3.februar.
Tað gekk ikki rúm tíð, áðrenn fyrstu trupulleikarnir gjørdu um seg, og gjøgnumganga vit her høvuðsmálini í ABC-samgonguni fyrstu 100 dagarnar.
Vendu verkamanninum bakið
Tað verður enn betri at vera múgvandi í Føroyum komandi árini. Ætlaða skattanýskipanin hjá ABC-samgonguni er sannur einglasongur hjá stjórum, reiðarum og øðrum múgvandi í Føroyum. Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hevur eina skattanýskipan, sum fyrst og fremst tænir teimum múgvandi í føroyska samfelagnum.
Dagarnir eftir samgonguskjalið er undirskrivað 31.januar vakna javnaðarmenn við kaldan dreym. Teir hava eftir øllum at døma skrivað undir eitt samgonguskjal, har teirra søguliga bakland, verkamannafjøldin, situr eftir við sviðið soð.
Vorðið sum byrjan hjá Javnaðarflokkinum, sum eftir átta ár í kuldanum aftur kann kalla seg fyri samgonguflokk. Gomlu limirnir í Verkamannafylkingini, Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, royna av øllum alvi at bera í bøtuflaka fyri brølaran hjá Javnaðarflokkinum, men báðir fáa munnkurv frá løgmanni.
Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, roynir í fjølmiðlunum at greiða frá, hvussu samgongan ætlar at fremja ein skattalætta fyri 240 milliónir krónur, samstundis sum álvarsom niðurgongd í føroyska búskapinum hóttir.
Frágreiðingarnar hjá seiga vestmenninginum eru ikki sannførandi.
Einki ítøkiligt boð kemur frá landsstýrismanninum um, hvussu skattalættin skal fíggjast. Skulu færri skattapengar í landskassan, má tað almenna fremja skerjingar í almennum tænastum. Hesin spurningur verður heldur ikki svaraður av Bárða Nielsen.
Versnandi búskaparstøðan í Føroyum hevur við sær, at skattanýskipanin hjá samgonguni í løtuni er løgd á ís. Skotbráið gevur Javnaðarflokkinum høvi til at finna eina haldgóða frágreiðing til sínar veljarar, hví flokkurin brádliga vil geva stjórum, reiðarum og øðrum múgvandi enn betri kor, tá flokkurin undir valstríðnum hevur prædikað um samhaldsfastar skattaskipanir, har breiðu herðarnir skulu bera tyngstu byrðarnar.
Fremsta uppgávan hjá Sambandsflokkinum er at beina ótryggleikan burtur, sum hevur eyðmerkt loyniliga skattauppskotið hjá flokkinum. Øll vilja vit rinda minni í skatti, men vit hava krav um at vita, hvørjar almennar tænastur verða skerdar, tá skattalættin verður veruleiki.
Hvussu verður og ikki, so fara sjógvarnir óivað at bróta hart inni í samgonguni, tá skattanýskipanin aftur kemur fram í ljósmála. Hugsjónarligu munirnir millum flokkarnir veitir vissu fyri einum samanbresti millum Javnaðarflokkin einumegin og Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hinumegin. Javnaðarflokkurin hevur sostatt enn ein møguleika at bøta um skaðan og sýna veljarunum loyalitet og solidaritet.
Klokkureint sjálvmál
5. desember 2003 skrivar Anfinn Kallsberg út løgtingsval. Grækaris Magnussen og Øssur Winthereig skriva bókina, Skjót Journalistin, sum millum annað viðgerð fortíðina hjá Anfinni Kallsberg á Frostvirkinum í Norðdepli. Avdúkingarnar eru ræðandi, og úrslitið verður nýval.
Sambandsflokkurin hevur eitt vanlukkuval 20. januar. Beint eftir valið sigur Lisbeth L. Petersen seg frá sum formaður í flokkinum, og harvið missir flokkurin endaliga møguleikan fyri at fáa løgmanssessin, áðrenn samgongusamráðingar yvirhøvur eru byrjaðar.
3. februar 2004 verður Johan Dahl tilnevndur nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Fortíðin hjá Johan Dahl sum vinnulívsmaður hevur leingi spøkt, og føroysku fjølmiðlarnir fara alt fyri eitt undir at kanna fortíðina hjá fyrrverandi skipasmiðjustjóranum í Vági.
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær 20 dagar í sessinum, áðrenn løgmaður loysir hann úr starvi. Grundgevingin er, at fortíðin hjá Johan Dahl órógvar arbeiðslagið hjá nýggju ABC-samgonguni.
Valið av fyrrverandi stjóranum í Vágs Skipasmiðju til landsstýrismann í fiskivinnumálum er enn ein partur av vanlukkusøguni hjá Sambandsflokkinum um mánaðarskiftið januar/februar. Talan er um eitt klokkureint sjálvmál.
Við støði í høvuðsorsøkini til løgtingsvalið 20. januar, sum júst snýr seg um eina ov ivasama fortíð, er tað ófatiligt, at Sambandsflokkurin endurtekur sama trupulleikan og setir ein landsstýrismann við so tyngjandi fortíð, sum Johan Dahl hevur.
Ein álvarslig undirmeting av føroyska fólkinum og fjølmiðlunum, og vantandi framskygni og vána taktikkur er hóskandi skoðsmál at geva Sambandsflokkinum viðvíkjandi tilnevningini av Johan Dahl.
Frágreiðing takk
Undir valstríðnum í januar mánaði kappast Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin um at skriva minningarorðini hjá Anfinni Kallsberg í føroyskum politikki.
Undir samgongusamráðingunum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin umrøða flokkarnir møguleikan hjá Anfinni Kallsberg at gerast landsstýrismaður í ABC-samgonguni. Hóast Fólkaflokkurin streingir á, tvíhalda Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin um, at fyrrverandi bókhaldarin á Frostvirkinum í Norðdepli ikki er skikkaður til ein landsstýrisess.
Anfinn Kallsberg verður tó ikki svartlistaður av Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum longri enn til dyrnar á løgtinginum. Tá løgtingsnevndirnar verða tilnevndar, fær formaðurin í Fólkaflokkinum týdningarmiklasta nevndarsessin í løgtinginum. Komandi fýra árini skal Anfinn Kallsberg røkja formanssessin í fíggjarnevndini.
Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin halda eftir øllum at døma ikki, at Anfinn Kallsberg skal røkja nakran landsstýrissess, men hann er kortini væl skikkaður sum formaður í løgtingsnevndini, sum skal viðgera øll fíggjaruppskot, áðrenn tey verða endaliga løgd fyri tingið.
Formanssessurin hjá Anfinni Kallsberg í fíggjarnevndini gevur bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum ein álvarsaman forkláringstrupulleika.
Viðgerðin av fyrrverandi bókhaldaranum á Frostvirkinum er full við andsøgnum, tá Javnaðar- og Sambandsflokkurin veruliga royna at billa føroya fólki inn, at Anfinn ikki er skikkaður til landsstýrið, fyri síðani at geva honum formanssessin í fíggjarnevndini. Stóri vinnarin er Fólkaflokkurin, sum trýstir Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin til eina neyðsemju: Ein siðuligur formanssessur til Anfinn Kallsberg í fíggjarnevndini.
Nei takk til útlendingar
Í apríl mánaða fer ein nýggjur politiskur kavabóltur á rull, tá keldumaðurin úr Fólkaflokkinum ger greitt, at útlendsk ítróttafólk ikki fáa nýtt ella endurnýggjað arbeiðsloyvi orsakað av vaksandi arbeiðsloysinum. Jógvan við Keldu vil ikki undirskriva upprunaligu avtaluna, fyrrverandi landsstýrið arbeiddi við, sum skuldi geva útlendskum ítróttafólki sersømdir við smidligari avgreiðslu við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Innlendismálaráðharrin vísir miðskeiðis í apríl á, at hann er noyddur at taka samfelagslig atlit við støði í vaksandi arbeiðsloysinum.
Spurningurin er, hvørji samfelagslig atlit Jógvan við Keldu tekur, tá hann bumbar føroyska ítróttaheiminum 25 ár aftur í tíðina. Ítrótturin, sum er vorðin so ómetaliga stórur partur av føroyskum samfelagslívi, og sum heldur lív í felagsskapinum og frítíðarítrivum í mongum útjaðaraøkjum, verður av Jógvani við Keldu skúgvaður til viks orsakað av arbeiðsmarknaðarligum og vinnuligum orsøkum. Alt meðan kjakið gerst alsamt fløktari við fleiri og fleiri sjónarmiðum um arbeiðsmarknaðin, rasismu, donsk málsøki, lóggávu, ítrótt, útjaðara o.s.fr., er kjarnan í málinum helst, at innlendismálaráðharrin velur at ofra stóra og landsfevnandi økið, ítrótturin er, tí tað einfalt ikki tænir vinnuni og arbeiðsmarknaðinum. Ítróttarligur førleiki er bara ikki gott nokk fyri keldumannin, tá arbeiðsloyvi skal gevast fremmandafólki, tí tað ikki tænir áðurnevndu málum. Hetta er hansara sjokkerandi raðfesting, og so kann man spyrja, um "samfelagsligu atlit" hansara ikki eiga at endurskoðast. Svarið er sjálvsagt..
Hvussu nógva umtalu og reklamu fær føroyska samfelagið ikki gjøgnum føroysku ítróttaravrikini úti í stóru verð? Hóast eingi neyv tøl fyriliggja, er óneyðugt at nevna, at hetta óivað sæst aftur í landskassanum og ikki minst í mentanarlívi føroyinga, sum ikki kann roknast upp í krónum og oyrum. Hondbóltskvinnurnar vinna silvur í Challenge Trophy Cup í Italia, flogbóltslandsliðið skal í næstum luttaka í C bólkinum í EM á fyrsta sinni, og fótbóltslandsliðið vann landskassanum stórar upphæddir í sjónvarpspeningi í EM dysti móti Týsklandi.
Felags fyri alt hetta er, at uttan útlendingarnar í føroyskum flogbólti, hondbólti og partvís fótbólti høvdu hesi mál ongantíð verið rokkin, tí støðið einfalt ikki hevði verið nóg høgt. Ábyrgdin og samfelagsligu atlitini hjá Jógvani við Keldu eru tí torfør at fáa eyga á.
Eitt er so avgerð hansara um útlendsku ítróttafólkini, men eitt annað er framferðarhátturin hjá landsstýrismanninum, sum er eyðkendur av solo uttan konsensus hvørki í samgongu ella Fólkaflokkinum, hóast løgmaður heldur sína verndarhond yvir fyrrverandi borgmeistaranum í Klaksvík. ÍSF forsetin ger 23. apríl greitt, at tað "er bara ikki satt", at teir hava verið við í viðgerðini um útlendingamálið. Tá málið verður umrøtt í tinginum 20. apríl, siga tingmenn, at bert ein tinglimur ? Annika Olsen úr Fólkaflokkinum ? stuðlar innlendismálaráðharranum, meðan høvuðspersónurin sjálvur sigur seg hava stuðul aftanfyri seg í Føroya Landsstýri. Jógvan við Keldu trumlar sín vilja ígjøgnum uttanum bæði ting, flokk og samgongu. Píl niður til innlendismálaráðharran.
Ongar sparingar í fyrisitingini
Eitt høvuðsvallyfti í valstríðnum hjá øllum flokkum er at skerja aðalráðini, fyrst og fremst við sparingum fyri eyga. Javnaðarflokkurin kemur til valdið, og samgongutelvingin endar við, at skerjingin er frá níggju niður í sjey aðalráð.
Men sparingar eru ongar at síggja, í øllum førum ikki enn. Hóast ein kundi væntað, at dupultfunktiónir og uppsagnir standast av samanleggingunum, eru ongar uppsagnir og harvið ongar sparingar at síggja í fyrisitingini. Tvær landsstýrismannalønir eru spardar, og tað er fyribils tað, sum er av vallyftunum um sparingar í miðfyrisitingini í hesi syftu. Løgmaður sigur í viðmerking seint í februar, at fleiri broytingar verða ikki gjørdar í hesum valskeiði, og sostatt hálvgum punkterar hetta vallyftið samgongunnar. Nakrar rokeringar í miðfyrisitingini fara fram uttan stórvegis broytingar, sum á ongan hátt síggjast aftur á nakrari fíggjarlóg. Tó kann skerjingin sambært løgmanni uppá longri sikt hava sparingar við sær. Livst, so spyrst.
Almanna- og heilsumálaráðið eigur ein triðing av samlaðu fíggjarlógini, og núverandi samgonga heldur tað vera klókari, at EIN landsstýrismaður umsitir risastóra málsøkið mótvegis undanfarnu samgongu, har økið varð býtt í tvey. Hans Pauli skal einsamallur sløkkja mongu eldarnar, og samgongan hevur ongar grundgevingar fyri samanleggingini. Orsøkin til avgerðina tykist vera, at vallyftini skulu haldast.
Oljumálaráðið verður síðani avtikið og oljumál lagt undir Vinnumálaráðið. Hetta er ein skilagóð avgerð, eftir at euforiska oljukjakið hevur lagt seg uttan at fólk veruliga vita, hvussu verður við oljuævintýri føroyinga. Hóast møguleikin fyri jackpot framvegis er til staðar, er oljan fyribils í dvala, og tí er eingin orsøk at halda fast um ein nýggjan oljumaskot eftir Eyðun Elttør. Bjarni Djurholm fær oljuna, men hann er tó ikki eins undirhaldandi sum entertainarin úr Klaksvík. Undirhaldsvirðið fer í øllum førum niður í føroyskum politikki, hóast sjálvur politikkurin ikki verður fyri størri broytingum hesum viðvíkjandi.
Studningsmyllan melur aftur
Vinnupolitikkurin hjá ABC-samgonguni ber avgjørt brá av vinnupolitikkinum, sum í síni tíð legði lunnar undir sváru búskaparkreppuna fyrst í nítiárunum.
Eingin av flokkunum í samgonguni mutar ímóti at veita bæði alivinnuni og rækjuvinnuni tíðaravmarkaðan almennan stuðul. Hesin politikkur stríðir ímóti politisku semjuni um ein greiðan skilna millum tað almenna og vinnulívið, sum hevur verið eyðsýndi vinnupolitikkurin síðani kreppuárini.
Fáa fyrst ali- og rækjuvinnan stuðul, verður hart trongda flakavinnan skjót at pikka á dyrnar um stuðul, og so er skjótt, at tokið við almennum stuðuli í føroyska vinnulívinum aftur koyrir við fullari ferð. Almennur peningur í vinnulívinum fær kaldasveittan hjá mongum føroyingi at spríkja, og Føroya Landsstýrið kann koma út á djúpt vatn. Er veruliga ætlanin at opna dyrnar aftur fyri tí vinnupolitikki, sum legði lunnar undir svárastu kreppu Føroya í nýggjari tíð?