Jørgen Niclasen aftur á Løgting í dag

Í gjár fór hann frá sum landsstýrismaður tí hann er tikin fyri rúsdrekkakoyring – men í dag tekur hann so sæti aftur á Løgtingi

Hósdagin varð Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági. Tá var hann landsstýrismaður í fíggjarmálum, men í gjár varð hann loystur úr starvi av tí sama.

 

Les meiri her: Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring

 

Jørgen Niclasen er valdur á Løgting, men tá ið hann fór í landsstýrið kom varamaðurin, Heðin Zachariasen, á ting fyri hann. Sostatt eigur Jørgen Niclasen ein tingsess, men ivi hevur verið um, antin hann fór at taka sætið aftur á tingi í kjalarvørrinum á tí, sum er hent. Men í Breddanum KvF í morgun, váttaði Christian Andreasen, sum er formaður fyri Fólkaflokkin á tingi, at Jørgen Niclasen tekur sætið aftur á tingi – og at hann eisini møtir á tingi tá ið løgtingsfundur verður í dag.

 

Les eisini: Fjølmiðlarnir vistu tað áðrenn løgmaður og Fólkaflokkurin