Føroyski punkbólkurin Joe & the Shitboys verður at hoyra á stóra bretska festivalinum Boardmasters í summar. Hetta er ein populerur festivalur í býnum Cornwall í Englandi, og hetta er fyrstu ferð, ein føroyskur bólkur stendur á plakatini til Boardmasters.
Millum hini nøvnini á plakatini eru kendir bólkar sum Kings of Leon, The Kooks og The 1975. Rapparin Skepta kemur eisini, og tað ger sonurin hjá Bob Marley - nevniliga Damian Marley - eisini. So tað eru ikki hissini nøvn, sum føroyingarnir eru komnir í selskap við.
Joe & the Shitboys eru millum mest lovandi tónleikanøvnini í Føroyum í løtuni, og teir eru kendir fyri sínar provokerandi og originalu tekstir, og sangirnir eru stuttir við nógvum plúmm í.
Júst hetta legði viðurkendi bretski tónleikamiðilin NME merki til í heyst til íslendska festivalin Iceland Airwaves. Ummælarunum dámdu føroyska bólkin so mikið væl, at teir í miðli sínum góvu føroyingunum heiðurin sum besta navn á Iceland Airwaves 2019.
Síðan tá hevur tað gingið skjótt hjá Joe & The Shitboys. Fyri einum mánað síðan gjørdi NME ein lista av nøvnum, sum eru verd at halda eyga við í 2020 - og her var Joe & the Shitboys mín sann eisini á. Tað kann í øllum førum hugsast, at stóra viðurkenningin frá NME er partur av orsøkini til, at føroyski bólkurin nú skal spæla á Boardmasters festivalinum.
Konsertin hjá Joe & the Shitboys á Boardmasters verður sunnudagin 9. august.
Og sambært bólkinum verður hetta ikki tann einasta konsertin, teir fara at hava í Bretlandi í ár. Hvørjar aðrar konsertir talan er um, er ikki alment enn.
Kennir tú ikki lívligu og energisku Joe & the Shitboys, so ber til at síggja eina framførslu hjá teimum á Maggie's her:
##med2##