Jemen ætlar at samráðast við Al-Qaeda

Júst sum USA og Bretland hava gjørt av at hjálpa stjórnini í Jemen í bardaganum við yvirgangsmenn, ætlar jemenska stjórnin at samráðast við al-Qaeda. Jemenski forsetin, Ali Abdullah Saleh, sigur sambært tíðindastovunum, at hann er sinnaður at samráðast við yvirgangsmenninar, um teir ganga við til at leggja vápnini.

Amerikanararnir siga, at fleiri limir í al-Qaeda fjala seg í fjøllunum í Jemen. Millum annað er talan um egyptar og saudiarabar, sum fáa venjing í Jemen, áðrenn teir fara til Afghanistan at hjálpa teimum víðgongdu kreftunum har.

Fregnartænastukeldur siga, at tríggir limir í leiðsluni í al-Qaeda eru í Jemen, teirra millum Nasser al-Wahishi, sum er ovasti fyri al-Qaeda í økinum.