Javni í gongugøtuni langa leygardagin

I sambandi við at langur leygardagur verður í miðbýnum í Havn 27. sept. fer Javni at verða í gongugøtuni

Upprunaliga ætlaði Javni at hava eitt tiltak í Grasagarði í samband við Landsstevnuna, sum var í apríl mánaða, men veðrið var tíverri ikki til vildar tá, so tað tiltakið varð avlýst. Men nú fara vit at royna aftur. Tað er Javni, saman við Frítíðarklubbanum og M?as Blues Band sum skipa fyri.
Vit fara at hava ein bás í gongugøtuni, har Frítíðarklubbin selir kakao, bollar, sunkist og ballónir, ein lítil faldari um Javna verður deildur út, og harumframt verður eisini eitt spurnarblað, har tey, sum svara rætt, hava møguleika at vinna eina X-BOX, sum Farodane hevur stuðlað okkum við, ella fløgur av M?as Blues Band.
Eisini fer Beate L. Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, hjá býráðnum at flyta fram røðu. Røðan hevur heitið ?Havnin fyri øll?.
Og síðst, men ikki minst, fara vælumtóktu M?as Blues Band, at syngja og spæla. M?as Blues Band fara í næstum at geva nýggja fløgu út. M?as Blues band hava serlig evni at fáa okkum øll í gott lag.
Skráin sær soleiðis út:
Kl. 11.00        
Frítíðarklubbin selir kakao, bollar, sunkist og ballónir

Kl. 14.00        
Beata L. Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, flytur fram røðu við heitinum ?Havnin fyri øll?

Eftir røðuna fara M?as Blues Band at syngja og spæla

Øll eru hjartaliga vælkomin í gongugøtuna leygardagin!