- Eg stúri ikki fyri einum komandi vali og stuðli tí avgerð, sum er tikin, sigur Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.
Kristin Michelsen er í dag koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og somuleiðis hevur formaðurin í flokkinum boðað frá, at Kristin Michelsen ikki sleppur at stilla upp til komandi val fyri Javnaðarflokkin. Hetta er ein avgerð, sum starvsnevndin í flokkinum hevur tikið.
Les eisini: Aksel blakar Kristin Michelsen úr flokkinum
Tað brýtur um bæði borð hjá Kristini Michelsen, tí stutt undan nýggjárinum tók býráðið á Tvøroyri nýggja støðu í spurninginum um dupultmandati hjá Kristini Michelsen. Áður hevur býráðið givið borgarstjóranum loyvi til at sita bæði sum borgarstjóri og sum tingmaður samstundis, men nú er tað loyvið tikið aftur og Kristin Michelsen skal taka støðu til hvønn sess hann vil røkja.
Og nú vit skriva 3. januar kemur næsta bumban undir politisku karrieruni hjá Kristini Michelsen. Javnaðarflokkurin vrakar hann sum tingmann og sum valevni til tey komandi valini og sostatt er púra óvist, hvat næsta stigið hjá Kristini Michelsen er. Við in.fo fyrr í dag segði Kristin Michelsen, at hetta má hann fáa eina nærri frágreiðing um.
Les eisini: Kristin: Eg havi verið loyalur fyri samgonguni
- Eg má fáa at vita, um eg enn eri limur í Javnaðarflokkinum, tí eg havi ikki meldað meg úr flokkinum. Um tað koma 500 suðuroyingar og siga, at handan mannin vilja vit hava á javnaðarlistan, skal so eitt harkalið sum situr norður í Havn avgera tað, hóast teir hava heimildina, spyr Kristin Michelsen.
Nú sigur Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, at hann stuðla avgerðini hjá flokkinum og somuleiðis staðfestir hann, at hann ikki stúrur fyri einum komandi valið, hóast ein av atkvøðuslúkunum nú ikki sleppur at stilla upp fyri Javnaðarflokkin.