Javnaðarfólk fylkjast um vikuskiftið

Á landsfundi Javnaðarfloksins um vikuskiftið verður Ben Arabo gestarøðari. Leygarkvøldið verður veitsla við øllum góðum, sum hartil hoyrir.

Hetta vikuskiftið hittast javnaðarfólk úr øllum landinum til landsfund Javnaðarfloksins.

Gestarøðari hesaferð er Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sum hugleiðir um skeiklaða aldurs- og kynsbýtið í landinum. Ben Arabo var millum greinaskrivararnar í bókini Exit Føroyar, og hevur annars skarað framúr við sínum skeivu og orginalu innsparkum til hetta háaktuella evnið.

Landsfundurin, sum hesaferð verður í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, verður settur fríggjakvøldið kl. 19.00, har frágreiðingar frá skrivara og lokalfeløgum eru á skránni. Sama kvøld flytir Ben Arabo fram røðu sína.

Fundurin verður uppafturtikin leygarmorgunin kl. 8.00 við morgunmati og formansfrágreiðing, har fundarluttakarar fáa høvi at koma til orðanna um aktuellu politisku støðuna og tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, bæði hjá flokkinum og í landinum sum heild. Leygardagin verður eisini val av formansskapi, starvsnevnd og floksleiðslu, áðrenn fundarsamtyktin verður góðkend og send almenninginum.

Fundurin endar kl. 17.00, so fólk fáa høvi at hvíla og snøgga seg áðrenn stóru veitsluna kl. 19.00. Í hesum sambandi verður mint á, at neyðugt er at tekna seg til veitsluna í seinasta lagi mikudagin 17. Apríl, sum eisini er freistin fyri at biðja sær gisting í Havn.

Nærri upplýsingar um tekning og skrá eru at finna á heimasíðu floksins, j.fo.