Jarnbardur við kvinnum er ein av tveimum bátum, sum eigur metið í at vinna FM. Óføru kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið 15 FM heiti.
Í dag vann Jarnbardur fyri fimtu ferð í summar, og nú skal tað vilja meiri enn illa til, um Jarnbardur á ólavsøku ikki fer at tryggja sær 16. FM heitið.
Jarnbardur og Sølmundur fylgdust í startspurtinum, men so var tað skjótt, at blái Jarnbardur stakk seg undan gula Sølmundi, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Og hann vísti seg at vera ógvuliga trivaligur. Tað vóru fleiri enn 15 sekund ella einar 6 – 7 bátslongdir frá tí, at Jarnbardur fór um málið, og inntil Sølmundur kom á mál.
Tað hevur verið ein røð av trupulleikum at fáa bilbukt við hjá fyrireikarunum av kappróðrinum. Tá ið trupulleikarnir loksins vóru loystir, og tað var klárt at fara undir kappingarnar vísti tað seg, at tvey av 6-mannaførunum, sum eftir ætlan skuldu vera við í kvinnukappingini, ikki møttu upp. Talan var um Víking og Tind.
1 | Jarnbardur | 06:00.27 | 7 | 0 | 0 |
2 | Sølmundur (NSÍ) | 06:15.29 | 6 | 0 | 0 |
FM støðan
1 Jarnbardur 41
2 Sølmundur 37
3 Víkingur 25