Janus Vang stjóri í iNOVA

Janus Vang kemur at virka sum dagligur leiðari á granskingarsetrinum

P/F iNOVA hevur sett Janus Vang í starv sum stjóra í felagnum.

 

Janus Vang er 38 ára gamal. Hann tók embætisprógv á Roskilde Universitetscenter í 2004 innan mokylærbiologi og kemi. Síðan starvaðist hann á biologiska instituttinum á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2006 flutti hann til USA, har hann hevur skrivað PhD ritgerð innan biomedisinska vísind á universitetinum í Connecticut. Í 2012 flutti hann aftur til Føroya at búgva.

 

Sum stjóri í P/F iNOVA verður Janus Vang dagligur leiðari á granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Tórshavn. Hansara uppgáva verður at byggja upp eitt virkið og áhugavert granskaraumhvørvi.

 

Granskarasetrið varð tikið í brúk í juni í ár. Almenni grunnurin Vinnuframi eigur bygningin og hevur innrættað hølini, og P/F iNOVA skal standa fyri rakstrinum. Nakrar av teimum størstu fyritøkunum í Føroyum hava sett partapening í iNOVA.

 

Higartil hevur P/F iNOVA gjørt sáttmálar um seks leigumál, ið fevna um tilsamans 10 sonevnd vistarapláss.