Snorri Hansen er elstur av fýra beiggjum, og hansara uppvøkstur í Nólsoy var sum hjá dreingjum flest. Øll barnaárini gingu, uttan at Snorri á nakran hátt kendi seg nakað øðrvísi enn øll hini dreingjabørnini, sum runnu runt í nólsoyargeilum. Men tá hann var um 15 ára aldur, merkti hann, at hann ikki longur hevði somu áhugamál, sum hinir dreingirnir.
- Eg dugi ikki heilt at seta orð á tað, men eg visti bara, at eg ikki longur var sum hinir dreingirnir. Gentur var bara nakað, sum eg metti sum vinir og einki meira. Eg var ikki áhugaður í teimum á annan hátt, sigur Snorri Hansen.
Hann bara visti við sær sjálvum, at soleiðis var hann mentur, men tað var langt frá, at hann vildi gera onnur varug við, at hann var samkyntur.
- Eg hevði als ongan vaghuga av, at Snorri var samkyntur, fyrr enn fyri seks árum síðani, tá hann á fyrsta sinni vitjaði heima í Nólsoy og hevði Lionel við, sigur Malan Hansen.
Hittust á jarnbreytarstøðini
Eftir lokna útbúgving sum bakari starvaðist Snorri í eina tíð í Føroyum, men so leitaði hann sær til Danmarkar at arbeiða. Og tað skuldi vísa seg at vera eitt heppið lívsval, tí tað var har, hann møtti Lionel Mouffe.
- Ja, vit hittust tilvildarliga á jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, og í fyrsta umfari drukku vit ein kopp av kaffi saman, sigur Snorri.
Lionel hevði tá arbeitt hjá Deutche Bahn í trý ár, og hesin fyrsti koppurin av kaffi sannførdi teir báðar um, at tað kundi verið hugaligt at hitst aftur, so um kvøldið fóru teir út at eta ein døgurða saman á einari eysturlendskari matstovu, og ein kann næstan siga, at teir hava verið saman líka síðani.
Tað gekk so eitt ár, har teir báðir hittust javnan, og við tíðini gjørdust partnarar.
- Tíðin kom so, at vit máttu taka eina avgerð. Snorri vildi fegin hava meg at koma til Keypmannahavnar at búgva, meðan eg í mínum lag royndi at lokka hann vil Sveis. Og tað endaði við, at hann játtaði, sigur Lionel.
Giftust
Tíðin í lítla býnum Gerra Gambargono, bara ein 25 minuttir gongutúr frá italska markinum, gekk so við arbeiði og avslapping millum toktúrarnar. Og fyri góðum hálvumtriðja ári síðani upplivdi lítli býurin við italska markið eina stórhending.
- Eg veit ikki heilt, hvussu tað kom í lag, men vit gjørdu so av at gifta okkum, sigur Snorri Hansen.
Og Lionel grundar:
- Eg spurdi hann. Eg visti, at hann var tann rætti fyri meg. Tað er nakað, tú kennir innan í tær.
Teir hildu stórt brúdleyp, og heili 60 fólk úr Nólsoy – samanlagt einir 80 føroyingar – vóru í brúdleypinum.
Herfyri vitjaðu teir í Føroyum, og eir eru báðir á einum máli um, at teir ikki kundu hugsað sær eina betri móttøku í Føroyum enn tað sama, men kortini kundu teir ikki hugsa sær at búð her.
- Tað hevur einki við tað at gera, vit føla okkum væl her. Tað er meira skatturin sum ger, at vit ikki kundu hugsað okkum at búð í Føroyum, sigur Snorri.
***
Cameron vil hava Guðrun & Guðrun
Ein av teimum, sum hyggu eftir donsku sjónvarpsrøðini Brotsgerðin, ið eisini er blivin væl umtókt í Bretlandi, er forsætisráðharri David Carmeron. Blaðið Radio Times hevur havt samrøðu við Cameron og millum annað spurt hann, hvat hann ynskti sær í jólagávu, og hann svaraði Brotsgerðina. Eisini sigur hann, at honum dámar sera væl Guðrun & Guðrun troyggjuna, sum høvuðspersónurin í Brotsgerðini gongur í.
Jóannes hjálparvenjari
Fyrrverandi liðformaðurin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen, skal verða hjálparvenjari hjá Lars Olsen, sum er nýggju venjari hjá a-landsliðnum. Tá ið Danmark og Føroyar fyri tjúgu árum síðani spældu í Parkini, vóru júst Lars Olsen og Jóannes Jakobsen liðformenn fyri tey bæði liðini.
Mikrofontráan
- Summi fólk hava eina øgiliga mikrofontráðan og troka seg framat í ólukkumát. Tað eru júst hesar typurnar, sum ofta eru at síggja í eini undirhaldssending sum X-Factor, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.
Sungu fyri Margrethu
Hátíðarhald var fyri Margrethu drotning, sum hevur verið drotning í fjøruti ár, og stórsligin konsert var í konsertsalinum hjá Danmarks Radio. Umleið 1600 fólk vóru innboðin, og teirra millum vóru eisini fleiri føroyingar. Á pallinum vóru Føroyar eisini umboðaðar við Eivør og Teiti, sum framførdu fyri drotningini og hennara gestum.
***
- Tað er ein myta millum føroyskar útisetar, at tað stinkar at búgva í Føroyum. Tað er ikki rætt. Her hevur tú møguleikan at gera mun, og tú kann sanniliga hava eina spennandi yrkisleið og ein innihaldsríkan gerandisdag í Føroyum. Tað stinkar ikki at vera í Føroyum.
Heini í Skorini, granskari
- Vores kvinder læser også meget blade som Se & Hør, Ude & Hjemme og Familie Journalen. De kan også meget godt lide at diskutere, hvilke kjoler de har på, når de har forskellige arrangementer.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um føroyskar kvinnur, sum fylgja við í danska kongshúsinum – í beinleiðis sending á TV-2