Síggi í blaðnum, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, gjørdist rættiliga skakkur, tá hann sá Dag og Viku í farnu viku, har undirritða úttalaði seg um eldraøkið í kommunu okkara.
Tað var nú ongantíð meiningin soleiðis við »bleytum virðum« at kløkka mannin og harvið nærum taka lívið av borgarstjóranum, um illa vildi til.
Men tá undirritaða nevndi, at tað ikki var sum at siga tað at koma ígjøgnum við teimum sokallaðu »bleytu virðunum« í býráðspolitikki, so er tað sannleikin. Tað veit borgarstjórin væl.
Hetta kemst eina og aleina av tí orsøk, at hetta er eitt landsmál, sum hann eisini sjálvur nevnir í síni grein. Har eru vit púra samd bæði. Í samrøðuni við sjónvarpið, nevndi eg hetta, men tað er ikki tikið við. At sjónvarpssaksurin verður brúktur, kann av og á ganga útyvir tann boðskap, sum man sjálvur heldur vera relevantan. Men tað er ikki altíð, at onnur halda tað sama, serliga um vit hugsa, at senda brotið var ein partur í eini størri heild, einum tema um eldrapolitikk, har landsstýrismaðurin í almannamálum nýliga hevur lutað út studningslán.
Og tað er júst orsøkin til, at eldraøkið, sum er eitt hundrað prosent landsmál, kann vera strævið og tungt at fáa ígjøgnum í bygda- og býráðspolitikki.
Sama grundgeving hjá ávísum býráðslimum er sostatt somuleiðis hon, at eingin orsøk er at hjálpa landsstýrinum á glið við hesum, eftirsum teir úti í Tinganesi eiga alt eldraøkið, sum tað er.
Fyri at hjálpa okkara borgarum, og ikki sleppa teimum uppá fjall, gera vit, hvat vit eru ment, og hevur landsstýrið sæð seg noytt til at gera eina løgtingslóg. Hana komu teir við í mei mánaði fyri tveimum árum síðani sum studningslán til ellis- og røktarheim. Ikki fyri at hjálpa Tórshavnar kommuni við hennara eldrapolitikki, nei, slettis ikki. Studningslógin kom fyri at hjálpa øðrum kommunum í gongd við byggjan av røktarheimum, serliga tí einu, og kunnu vit bara vera takksom fyri, at ein slík lóg í heila tikið kom ígjøgnum í løgtinginum. Hon var síðani sama dag, sum tingið fór heim í hesi setuni 2003, broytt, tó uttan at tað framtíðarhugskot, sum Tórshavnar kommuna hevði ynskt í sambandi við uppvenjing av eldri sum eitt fyribyrgjandi tiltak, var tikið við í málsetningin.
Viðvíkjandi niðurstøðunum, sum borgarstjórin í grein síni um meg kemur til, tá hann fer at hugleiða um førleikan hjá undirritaða, so kann eg fortelja honum,
1.at eg útmerka væl veit, hvat eg tosi um, kanska betur enn onkur annar, sum vanliga úttalar seg býráðsins vegna, og
2.at eitt valstríð ikki bara snýr seg um fólkafloks- ella tjóðveldispolitikk, men at aðrir flokkar, m.a. Sambandsflokkurin, framvegis er til, bæði í Tórshavnar býráð og í løgtinginum.
Í teimum íløgunum, sum býráðið hevur gjørt fyri 2003, er eitt málsøkið, sum eitur Eldrarøkt. Tað hevur fingið 6,8 mió. kr. av samlaðu íløgunum uppá 86,7 mió. kr.
Tær 6,8 mió. kr. blíva so ongantíð í verðini til 58,4 mió. kr., hvussu man so roknar, faldar og deilir tølini, sum borgarstjórin nevnir sum »bleyt virði«. Í hansara bleytu verð leggur hann barnaansing, skúla og eldrarøkt saman, og fær tað samlað til at geva góðar 58 mió. kr., og restina í »hørðum virðum«.
Tá eg tosi um »bleyt virði« í sosialnevndarhøpi, er tað einans Eldrarøkt, eg hugsi um. Einki annað. Hvørki skúlar ella barnaansing av tí tað ikki kemur undir sosialmál longur.
Tað man nokk vera onkur annar enn undirritaða, sum ikki veit, hvat man tosar um, tí eitt tað fyrsta, hetta býráðið gjørdi, tá tað kom til, var at flyta barnaansingina úr Sosialu Nevnd og yvir í eina aðra nevnd, nevniliga Mentunarnevndina, har skúlamálini eru.
Fyri at venda aftur til tað, sum Jan heldur vera eitt valstríð, ið longu er byrjað, er tað soleiðis í Sambandsflokkinum, at tað er Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksins í Suður-steymoy, ið ger av, hvussu ein valevnislisti floksins til eitt býráðsval sær út. Hartil kann leggjast aftrat, at tað er tíðin frá einum valúrsliti og til næsta val, at valstríð er, og ikki tríggjar dagar undan sjálvum valinum!
So kann borgarstjórin tyggja uppá tað, um hann vil, ella lata vera, tí bert í felag ber til at koma víðari í býráðspolitikki.
Og um onkur heldur nakað annað, ella fær nakað heilt annað burturúr hesi skriving, hevur eitt meirilutasamstarv sum hetta í Tórshavnar býráð ongantíð verið betur enn tað sama.
Tað er nærum søgulig.
Misskiljingum sleppa vit ongantíð undan. Tað vil so vera. So man eisini hava verið í hesum førinum, tá borgarstjórin fríggjakvøldið í sofuni hvakk við.
?????????????
Beate L. Samuelsen, Formaður í Sosialu Nevnd Tórshavnar Býráðs









