KÍF vann ein ógvuliga sannførandi 31-19 heimasigur á Neistanum í Atlantic Airways deildini í dag. Longu í steðginum var KÍF á odda 17-7.
Venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson var eitt sindur óttafullur undan dystinum, tí steypafinalan fyllir nógv í høvdinum hjá bæði spælarum og viðhaldsfólkum hjá KÍF. Men aftaná dystin kundi Jakob Jónsson fegnast um, at menn vóru fokuseraðir.
Áki Mørk, venjari hjá Neistanum staðfesti, at Neistin hevði tapt ímóti einum væl betri liði. - KÍF verður væl favorittur í øllum dystum teir spæla, segði Áki Mørk við Hilmar Jan Hansen hjá Ràs2 aftaná dystin.
Undir greinini ber til at hoyra prátini Hilmar Jan Hansen hevði við Jakob Jónsson og Áka Mørk, aftaná dystin ímillum KÍF og Neistan.