Játtanin til Landsjúkrahúsið er økt við 39 mió. eftir 3 árum

Í oddagrein í bløðunum verður róð upp undir, at kanónirnar, ið skjóta eftir Landssjúkrahúsinum í hesum døgum, heldur skuldu verið snaraðar móti landsstýrismanninum og løgtinginum, tí at tað er manglandi vilji til at útvega neyðuga játtan, sum er høvuðsorsøkin til trupulleikarnar. Men so einfalt er tað ikki, tíverri.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður


Læknaráðið á Landssjúkrahúsinum roynir eisini at verja borg, sum rímiligt er. Teirra forkláring uppá trupulleikarnar er eisini sera einføld: manglandi játtan og ov fáir serlæknar.

Eg vil við hesi viðmerking vísa á, at táið man nú roynir at snara málinum til ein spurning um manglandi játtanir, so er tað tíverri ikki so einfalt. Játtanin til Landssjúkrahúsið er nevnliga vaksin nógv hesi trý árini, eg vegna hesa samgonguna havi havt politisku ábyrgdina. Tað kann setast upp í turrum tølum, so sum í talvuni niðanfyri.

Læknaráðið ger eina samanbering við Danmark, um hvussu høgt danir raðfesta teirra sjúkrahúsverk. Har er játtanin til heilsuverkið (meiningin er óivað sjúkrahúsverkið) seinastu árini økt við í miðal 1 mia. um árið.

Hetta framsetir Læknaráðið so sum eina fyrimynd fyri okkum, at so høgt áttu vit eisini at raðfest okkara sjúkrahúsverk.

Jú, men veruleikin er, at okkara raðfesting, okkara vøkstur í játtanini hevur verið lutfalsliga munandi størri enn í Danmark! Tí 1 mia. í Danmark svarar til umleið 10 mió. í Føroyum. Og hvat er veruleikin so her hjá okkum? Ja, hygg eftir talvuni: seinastu 3 árini hava vit økt játtanina  og tá tosa vit ikki um alt sjúkrahúsverkið, men bara um Landssjúkrahúsið - við 13 mió um árið ! Altso ein lutfalsliga væl størri vøkstur í játtanini enn í Danmark !

Landssjúkrahúsið, vøkstur í játtan og starvsfólkatali
20032006vøkstur tils.vøkstur árliga
Játtan, mió. kr.264303+39+13
Fulltíðarstørv624652+28+9,3

Læknaráðið pástendur eisini í sínum skrivi, at orsakað av vantandi játtan hevur verið neyðugt at minka um talið av røktarstarvsfólki. Hetta er ikki rætt! Sum sæðst av talvuni er talið av fulltíðarstørvum á Landssjúkrahúsinum økt úr 624 í 2003 til 652 í 2006. So at siga øll hesi 28 fleiri starvsfólkini eru heilsustarvsfólk. Vøksturin er ikki farin til fyrisiting og annað, tí har eru bara komin 1 aftrat til teknisku deild og 1 til fyrisitingina.

Læknaráðið nevnir eisini minkað tal av seingjaplássum og at innleggingartíðin er stytt. Til hetta er at siga, at ongastaðni í Norðanlondum er songjatalið so stórt í mun til íbúgvatalið, sum í Føroyum. Og ongastaðni í Norðanlondum er miðal innleggingartíðin so long sum í Føroyum, hon er enntá fleiri ferðir longri her enn aðrastaðni. Og eftir fyribilstølunum at døma, so bendir onki á at innleggingartíðin er blivin styttri seinasta árið.

Nú tá vit tosa um játtanir til Landssjúkrahúsið, so er eisini uppá sítt pláss at nevna tær ovurstóru íløgurnar, sum eru gjørdar seinastu árini. Vit fingu ein nýggjan sjúkrahúsbygning fyrra árið fyri knappliga 200 mió. kr., tá útbúnaðurin er íroknaður. Og við verklagslóg hava vit fingið eina játtan til nútíðargerð og høvuðsumvæling av Landssjúkrahúsinum fyri árini 2006-08 uppá 105 mió. kr. Hetta er fyrsti partur av eini samlaðari byggiætlan uppá tilsamans 350 mió. kr.

Nei, tíverri eru ongar lættar og skjótar forkláringar uppá trupulleikarnar í okkara sjúkrahúsverki. Tað eru nógvar og ymiskar orsøkir, sum allir partar, ið varða av heilsuverkinum, í góðum samstarvi mugu geva sær tíð og orku til at greina. So tað kann verða ein týðandi táttur í arbeiðinum við okkara framrættaðu ætlanum um, hvussu vit skulu menna og skipa framtíðar heilsuverkið í Føroyum.

Tjakið um Landssjúkrahúsið og sjúkrahúsverkið yvirhøvur snýr seg um nógv, nógv annað enn pengar og játtanir. Og tað fara vit eisini at venda aftur til, tá málið í síni heild kemur til umrøðu í løgtinginum, væntandi síðst í hesum mánað. Fyrispurningin hjá Bill hava hvørki eg ella Almanna- og heilsumálaráðið fingið enn, so tað mugu vit eisini bíða eftir.