TRYGGING
Orðingarnar í nevndarfrágreiðingini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum fáa ikki beinleiðis afturljóð frá Jørn Astrup Hansen, forstjóra í Føroya Banka.
Hann er ógvuliga ósamdur við orðingarnar í frágreiðingini.
?Tað er eingin vandi fyri, at Føroya Banki yvir longri tíð skuldi givið Tryggingarfelagnum ella øðrum óreiðiliga kapping. Hesum vil kravið hjá eigarunum um avkast syrgja fyri, sigur Jørn Astrup Hansen.
Í nevndarfrágreiðingini fegnast nevndin í Tryggingarfelagnum eisini um, at kapping er komin á marknaðinum.
?Henda gleðin er tó valla serliga djúp. So seint sum í ár 2000, tá Tryggingarfelagið Føroyar hevði eitt undirstkot áljóðandi 16 mió. kr. fyri tryggingarvirksemið, staðfesti nevndin í frágreiðing sínari, at Tryggingarfelagið er til reiðar at fasthalda núverandi ? ov lágu ? tryggingargjøldini, so leingi tað er neyðugt.
Tryggingarfelagið Føroyar segði sostatt, at teir vóru til reiðar til at nýta partar av teirra inntøkum frá teirra stóru eginogn til at dumpa prísin á tryggingargjøldum, til møguligir kappingarneytar høvdu upptikið at kappast við teir.
Reiðilig kapping
Sum nevnt heldur Jørn Astrup Hansen ikki, at talan kann gerast um óreiðiliga kapping á tryggingarmarknaðinum. Hann vísir serstakliga á tað, at Føroya Banki hevur eina skyldu yvir fyri sínum eigarum, sum hava atgongd til eginpeningin, t.e. teir kunnu krevja eitt avkast við m.a. at fáa útgoldið vinningsbýti. Hetta er ger so tó ikki galdandi hjá Tryggingarlfelagnum Føroyar, sum ikki skal standa til svars fyri sínum eigarum. Jørn Astrup heldur ikki, at tað kann vera so mikið nógv betri at reka tryggingarvirksemi í Føroyum, at tað gevur so risastórt avkast.
?Tryggingarfelagið Føroyar hevur eina eginogn, ið er næstan fýra ferðir so stór sum hjá donskum tryggingarfyritøkum, sum virka undir líknandi lógum og reglum. Tað er reelt ikki nakar eigari av hesari eginognini ? eingin veit í øllum førum, hvør tað er ? og tað er sostatt eingin, ið setir krøv til Tryggingarfelagsins leiðslu um eitt kappingarført avkast av eginognini, sigur Jørn Astrup Hansen.
Útfrá hesum er tað undarligt at hoyra nevnd Tryggingarfelagsins lýsa seg sum eina privata fyritøku. Tryggingar líkist í øllum førum teirri almennu fyritøkuni, harímóti Føroya Banki í øllum førum virkar eftir privatum búskaparreglum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Samstundis vísir hann á, teir ikki reka tryggingarvirksemi í Føroya Banka, men Trygd. sum er eitt partalfelag, ið bankin eigur.
?Føroya Banki er yvirfyri sínum partaeigarum ábyrgdaður til at hava kappingarført avkast av eginognini. Í 2001 rentaði Føroya Banki sína eginogn við 15,8% áðrenn skatt. Til samanberingar rentaði Tryggingarfelagið Føroyar í 2001 sína eginogn við einans 4,6%. Í mun til Føroya Banki eru teir aftanfyri við 130 mió. kr, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tann kostnaðurin, ið Føroya Banki hevur havt av hesum, er forbundin við byrjunarstøði.
Hann leggur dent á, at Føroya Banki væl hevur møguleikan at halda áfram við hesum virkseminum innan trygging, tí teir hava ráð til tað, men spurningurin er, hvør annar hevur møguleikan at koma inn á marknaðin enn Føroya Banki, sum støðan er nú.