Jóngerð sett fyribyrgingarráðgevi

Blái Krossur Føroya hevur sett 36 ára gomlu Jóngerð Nielsen, Vestmanna, í starv sum fyribyrgingarráðgeva Jóngerð er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvsroyndir innan ymisk økið. M.a. Er hon ikki ókend við arbeiðsøkið hjá Bláa Krossi. Síðan hon var liðug sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2001 hevur hon í tveimum umførum starvast sum avloysari á Blákrossheiminum. Harumframt hevur Jóngerð arbeitt á Deild 1 á Landssjúkrahúsinum sum deildarleiðari í 4 ár. Seinasta árið hevur hon verið í farloyvisstarvi sum leiðari fyri barnaverndartænastuna í Vágum/Norðstreymi.

Fyribyrgingarráðgevin stendur á odda fyri fyribyrgingararbeiðinum hjá Bláa Krossi. Fyribyrgingararbeiðið verður gjørt við undirvísing, kunning og upplýsing millum børn, ung og vaksin. Verkætlanin ?Børn í vanda/tilvita foreldur? er ein partur av arbeiðinum.

Jóngerð Nielsen byrjar í starvinum 17. august.