Góð tíðindi eru at frætta undan landsdystinum ímóti heimsmeistarunum úr Italia fyrst í komandi mánaða. Jón Rói Jacobsen, sum áður hevur verið fastur maður í verjupartinum á landsliðnum, tykist av álvara at vera komin í gongd aftur eftir drúgva skaðasteðgin. Hann leikti allan dystin á høgra bakki fyri besta liðið hjá AaB, tá ið teir í um vikuskiftið vunnu 2-0 á Esbjerg. Heimasíðan hjá felagnum hevur bert rósandi orð til Jón Róa.
- Serliga var tað ein stórspælandi Jón Rói Jacobsen á høgra bakki, ið var eyðsýndur. Avgjørt besta avrikið hjá føroyinginum í AaB-troyggjuni higartil, skrivar heimasíðan hjá AaB.
Vónandi vinnur góða avrikið hjá havnamanninum frama hjá venjaranum, sum hevði sett hann á høgra bakk ístaðin fyri Allan Olesen, sum ikki telist sum ein heilt fastur maður á liðnum.
AaB er við í stríðnum um heiðursmerki í superliguni.