Heimasíðan, www.bold.dk, skrivar nú, at Jón Rói Jacobsen hevur longt sáttmálan hjá sær við Frem.
Upprunaliga var talan um eitt ára sáttmála, har felagið helst eisini vildi staðfesta, hvørt føroyski landsliðsleikarin av álvara skuldi vinna á álvarsliga skaðanum, sum hann fekk í fjør.
Hetta tykist nú vera staðfest, og Jón Rói hevur nú fingið nýggjan tvey ára sáttmála, sum gongur fram til summarið 2005.