Jólamenninir koma til Havnar seinnapartin

Kl 17 í dag kemur jólaskipið til Havnar. Lagt verður at í Vágsbotni, og jólamenninir fara síðani niðan í býin, har skipað verður fyri ymsum. Eitt nú fáa børnini lyktir at lýsa og blinka við, tá tey taka ímóti jólamonnunum Skipað verður fyri ymsum tiltøkum. Eitt nú fæst kaffi, kakao og piparnøtur í Byggibúðini hjá Valdemar Lützen. Øll børnini, sum eru saman við vaksnum, fáa eina diodu-lykt, ið bæði blinkar og lýsir, so børnini kunnu blinka og lýsa við lyktunum, tá jólamenninir koma.

Millum klokkan 14 og 16 vitjar Nósi í miðbýnum, og framsýningin ?Minnist tú? í Degns húsi er opin frá kl 14-18. Frá kl 15-20 verður andlitsmáling í Tinghúsgarðinum ? og kl 17 leggur jólaskipið at í Vágsbotni undir Bryggjubakka. GHM fer at spæla, og jólamenninir vitja miðbýin. Kl 19 syngur Kamarkórið í miðbýnum.