Jólamaður fingið nýggjan týdning

- Tey føroysku jólini eru ein blanding av teimum gomlu norðurlendsku jólunum og teimum kristnu jólunum. Nú hevur tað so eydnast at tvinna tað handilsliga saman við tí kristiliga, og vit síggja, at jólabúskapurin og jólaboðskapurin kunnu saktans flættast saman. Man vísir, at man er góður við hvønn annan við at geva gávur til hvønn annan.


Tað sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, í grein í Vikuskiftis-Sosialinum, har hann greiðir frá hvussu jólini her á landi eru broytt gjøgnum øldirnar.


Millum annað vísir hann á, at tað ikki bara eru gávurnar, ið vísa, at handilsvinnan hevur megnað at vunnið eitt pláss á jólum. Jólamaðurin við reyðum klæðum og síðum hvítum skeggi, er eisini eitt úrslit av marknaðarføring hjá handilsvinnuni.


- Fyrr var ein jólamaður ein persónur, ið gekk fullur á jólum. Nú hevur tað fingið ein heilt annan týdning. Jólamannin við kenna í dag gongur í reyðum klæðum við hvítari roynd og húgvu. Tað er ein mynd, ið Coca Cola kom við í einum reklamuátaki í 1931, og hevur verið afturvendandi síðan. Fyri fólk í dag, er 1931 langt aftur í tíðini, men tað var tá, at jólamaðurin varð standardiseraður, sigur Jóan Pauli Joensen.