Jólakalendarin
Jólaljósketur er vakrar og pynta væl til jólar, men tær kunnu vera sannar deyðsfellur. Hevur ketan ikki ein transformara, kann eitt óheppið barn, ið spælir við ketuna, í versta lagið doyggja av at fáa 230 volt ígjøgnum kroppin, skrivar danska avísin BT.
Danska avísin hevur kannað jólaljósketur, ið verða seldar í tólv ymiskum donskum handilsketum, og í trimum handlum funnu tey ketur, ið sambært danska trygdarstýrinum eru lívshættisligar. Hetta eru ketir við figurum, ið líkjast leikum ella gummibommum, og tí kunnu tykjast lokkandi fyri børn at spæla við. Sjey aðrir handlar seldu ketur uttan transformara, og í einans tveimum av handlunum høvdu keturnar upplýsingar um vandan við ketunum.
Tá BT vendi sær til handlarnar, søgdu næstan allir handlar, at tey fóru at krevja av veitarunum, at antin transformari ella upplýsing var skrivað pakkan. Onkur ætlaði enntá, at taka vandamiklu keturnar av hyllunum.
Í danska brúkararáðnum verður sagt, at tey meta at transformari skuldi verið á øllum ljósketum, og at hetta átti at verið eitt lógarkrav. Hetta eru jú ketir ið hanga í barnakømurum og í barnagørðum kring alt Danmark, sigur Helen Amundsen úr brúkararáðnum við BT. Hon vísir á, at hetta ikki er ein nýggjur trupulleiki, og málið hevur verið tikið upp á hvørjum ári, tí er tað eingin umbering hjá handilsketunum, at tey enn hava vandamiklu keturnar á hyllunum.










