Stóra jólakonsertin í Christianskirkjuni í kvøld fær vitjan av millum øðrum kontrisangaranum Halli Joensen
Í ár fær Klaksvíkar Hornorkestur vitjan av tveimum ógvuliga ymiskum sang-solistum. Ingibjørg Hansen hevur fyrr sungið á árligu jólakonsertini, og tað er hesaferð Rani Nolsøe frá Frændum, ið spælir guitar saman við Ingibjørg.
Hin sangarin má sigast at vera nýggjur í hesum samanhangi. Hallur Joensen hevur júst útgivið sína næstu fløgu og hansara rødd ljómar regluliga í kringvarpinum.
Nú fer hann so at royna seg við kontri-gospel løgum í Christianskirkjuni.
Á skránni vera annars kend jólaløg, sálmar og felagssangur.
Magnus Brahé Jørgensen, prestur, hevur andakt.
Konsertin verður sunnukvøldið 13. Desembur kl. 20:00.










