Jólakonsert í Tvøroyrar Kirkju

Í morgin skipar Tvøroyrar Hornorkestur fyri forkunnugari konsert í Tvøroyrar Kirkju.

Tvøroyri er ein ógvuliga rík bygd, tá ið umræður tónleik, og tað sæst aftur á konsertini, sum verður í kirkjuni.

 

Fleiri kend nøvn luttaka á konsertini, sum byrjar kl. 16.00 í morgin. Harímillum eru Brandur Enni, Guðrun Sólja Jacobsen, Tróndur Enni, Lív Næs, Eyðun Nolsøe, Froðbiar Sóknar Blues Orkestur og Uni Debess. Hesi fara at framføra saman við Tvøroyrar Hornorkestur.

 

Fyrireikarar siga, at hesi fara at bjóða tónleikaáhugaðum eina frálíka tónlistarliga løtu, sum fær ein og hvønn í jólahýr.

 

Tiltakið er ókeypis, men møguleiki verður fyri at stuðla konsertini við eini peningagávu, siga fyrireikarar á Facebook síðuni.

 

Meira kann lesast um tiltakið á Facbooksíðuni her: www.facebook.com/events/327314600630467/