Hóast Jákup Sverri Kass er settur sum stjóri í Kalaallit Airports, eitt nýtt flogvallarfelag, ið heimastýrið hevur stovnað, so fær tað ongar avleiðingar fyri hansara starv sum stjóri í Vága Floghavn.
Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn, upplýsir nevniliga fyri in.fo, at Jákup Sverri Kass heldur fram sum stjóri í Vága Floghavn, tí arbeiðsuppgávurnar í Grønlandi eru ikki serliga umfatandi.
- Talan er um eitt nýtt felag, ið júst er stovnað, har hann er nevndarlimur. Lógirnar eru soleiðis, at eitt felag má hava ein stjóra, so inntil tey hava funnið ein nýggjan stjóra, so átekur Jákup Sverri Kass sær leiklutin á pappírinum. Men talan er um eitt felag, ið ikki er aktivt enn og sum leitar eftir einum nýggjum stjóra, sigur Kitty May Ellefsen.
Nevndarforkvinnan leggur eisini dent á, at henni vitandi, so trívist Jákup Sverri Kass í sínum starvi í Føroyum.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jákup Sverri Kass, men hevur tað ikki eydnast at fingið fatur á honum í morgun.