Jákup Mikkelsen aftur í málinum

Ljóðsamrøða frá Rás2: Fyrrverandi landsliðsmálverjin, sum í dag er 46 ára gamal, lat seg aftur í handskarnar í bestu deildini sunnudagin

Leygardagin var tað 52 ára gamla landsliðslegendan, Kári Reynheim, ið brádliga kom á vøllin fyri næstbesta liðið hjá AB í 1. deild í dysti ímóti Giza Hoyvík. Tað er ikki bara í 1. deild, at fyrrverandi, føroyskir stórspælarar finna gaggurnar fram aftur, tí at í dystinum á Svangaskarði ímillum B68 og ÍF í Effodeildini hevði ÍF ein 46 ára gamlan málmann við 73 landsdystum á baki.

 

Talan var um vanliga venjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, sum sera óvæntað stóð á leikaralistanum hjá ÍF til dagsins dyst. Jákup Mikkelsen greiðir frá, at orsøkin til, at hann mátti í málið var, at vanligi málverjin, Elias Rasmussen, var sjúkur, og harafturat hevði vanligi eykamálverjin, Tóri Traðará, vant so lítið ígjøgnum vikuna, at tað ikki varð mett at vera ráðiligt at lata hann spæla.

 

ÍF vann dystin 2-0, og harvið helt Jákup Mikkelsen málið reint. Í fótbóltssendingini hjá Rás2 helt hann skemtiliga fyri, at nú verður tað trupult hjá hinum venjaranum hjá ÍF, Símun Eliasen, at velja málmann til næsta dyst, tá ið Elias Rasmussen er klárur aftur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jákup Mikkelsen frá Rás2.