Leygardag og sunnudag millum klokkan 10.00 og 18.00 valdi klassiski tónlistabólkurin KaSa 3 vinnarar í kappingini ?Kammertónlist til Framtíðar?. Ein av hesum trimum var 15 ára gamli violinleikarin Jákup H. Lützen.
Hini vóru íslendsku Arnbjørg Maria Danielsen, sopran sangari, og Elfa Rún Kristinsdóttir, violin.
Konsertirnar vóru á Ráðhúsinum í Reykjavík. Spældur var tónleikur eftir Handel, Heyden, Jón Ásgeirsson, Vivaldi og Schuman. KaSa er kamarbólkur við fimm limum. Jákup H. Lützen verður mettur at vera sera dugnaligur og er vanur við klassiskan tónleik, men er líka vandur innan fólkatónleikin. Hann er eisini yngsti limurin í Føroya Symfoniorkestri.